at ráðast við óndskap

182 versir um "at ráðast við óndskap"

Versir

Síða 3 av 4
Fimta Mósebók 28:64 Fimta Mósebók

HARRIN skal spjaða teg millum øll fólkasløgini, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum, og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, træ og stein.

2
Fimta Mósebók 28:65 Fimta Mósebók

Millum hesi fólk skalt tú ongan frið hava, og fótur tín skal onga hvíld finna; tí HARRIN skal har geva tær skelvandi hjarta, eygu, ið tærast burtur, og sál, sum ørmaktast.

2
Fimta Mósebók 28:66 Fimta Mósebók

Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári; tú skalt vera í angist bæði dag og nátt og aldri vera ekkaleysur um lív títt.

2
Fimta Mósebók 28:67 Fimta Mósebók

Um morgunin skalt tú siga: „Eg vildi, at kvøldið var komið!“ og um kvøldið: „Eg vildi, at morgunin var komin!“ – Slíka angist skalt tú kenna í hjartanum, og so ræðuligt verður tað, ið tú sært fyri eygum tínum.

2
Fimta Mósebók 28:68 Fimta Mósebók

HARRIN skal á skipum flyta teg aftur til Egyptalands – ta leiðina, ið Eg lovaði tær, at tú aldri skuldi fáa at síggja aftur; har skulu tit verða boðin fíggindum tykkara til keyps sum trælir og trælkvinnur, men eingin skal vilja keypa tykkum.“

2
Orðtøkini 25:26 Orðtøkini

Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.

2
Matteus 4:1 Matteus

Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum.

2
Matteus 4:2 Matteus

Táið Hann nú hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði Hann til endan.

2
Matteus 4:3 Matteus

Tá kom freistarin til Hansara og segði: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“

2
Matteus 4:4 Matteus

Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““

2
Matteus 4:5 Matteus

Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann:

2
Matteus 4:6 Matteus

„Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.““

2
Matteus 4:7 Matteus

Jesus segði við hann: „Uppaftur er skrivað: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.““

2
Matteus 4:8 Matteus

Aftur tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:

2
Matteus 4:9 Matteus

„Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“

2
Matteus 4:10 Matteus

Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““

2
Matteus 4:11 Matteus

Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum.

2
Matteus 4:12 Matteus

Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea.

2
Matteus 4:13 Matteus

Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali

2
Matteus 4:14 Matteus

– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:

2
Matteus 4:15 Matteus

„Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna –

2
Matteus 4:16 Matteus

fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“

2
Matteus 4:17 Matteus

Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“

2
Matteus 4:18 Matteus

Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.

2
Matteus 4:19 Matteus

Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“

2
Matteus 4:20 Matteus

Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.

2
Matteus 4:21 Matteus

Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir.

2
Matteus 4:22 Matteus

Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.

2
Matteus 4:23 Matteus

Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.

2
Matteus 4:24 Matteus

Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.

2
Matteus 4:25 Matteus

Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerusalem, Judea og landinum hinumegin Jordan.

2
Matteus 5:1 Matteus

Táið Hann nú sá fólkið, fór Hann niðan á fjallið, og táið Hann hevði sett Seg, komu lærisveinar Hansara til Hansara.

2
Matteus 5:2 Matteus

Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði:

2
Matteus 5:3 Matteus

„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Matteus 5:4 Matteus

Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.

2
Matteus 5:5 Matteus

Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.

2
Matteus 5:6 Matteus

Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.

2
Matteus 5:7 Matteus

Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.

2
Matteus 5:8 Matteus

Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.

2
Matteus 5:9 Matteus

Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.

2
Matteus 5:10 Matteus

Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Matteus 5:11 Matteus

Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.

2
Matteus 5:12 Matteus

Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum.

2
Matteus 5:13 Matteus

Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum.

2
Matteus 5:14 Matteus

Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.

2
Matteus 5:15 Matteus

Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.

2
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

2
Matteus 5:17 Matteus

Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.

2
Matteus 5:18 Matteus

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.

2
Matteus 5:19 Matteus

Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis.

2