at práta um onkran
21 versir um "at práta um onkran"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Matteus 7:3 Matteus
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
Matteus 7:4 Matteus
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
Matteus 7:5 Matteus
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Orðtøkini 13:3 Orðtøkini
Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku.
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Jákupsbrævið 3:2 Jákupsbrævið
Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.
Jákupsbrævið 3:3 Jákupsbrævið
Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra.
Jákupsbrævið 3:4 Jákupsbrævið
Hyggið eisini skipini! Tóat tey eru so stór og verða rikin av hørðum vindum, verða tey tó av lítlum róðri stýrd, hagar stýrimaðurin vil.
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Jákupsbrævið 3:7 Jákupsbrævið
Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd og er tamd av náttúru menniskjanna;
Jákupsbrævið 3:8 Jákupsbrævið
men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!
Jákupsbrævið 3:9 Jákupsbrævið
Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds!
Jákupsbrævið 3:10 Jákupsbrævið
Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera!
Jákupsbrævið 3:11 Jákupsbrævið
Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;