at planta í tínum urtagarði

58 versir um "at planta í tínum urtagarði"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:12 Fyrra Tessalonikabrævið

so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.

3
Fyrsta Mósebók 3:17 Fyrsta Mósebók

Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.

2
Fyrsta Mósebók 3:18 Fyrsta Mósebók

Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.

2
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“

2
Esaias 51:3 Esaias

Tí HARRIN troystar Zion, troystar allar toftirnar har; Hann ger oyðimørkina har Eden líka og heiðina har sum urtagarð HARRANS; frøi og gleði skulu vera har, tøkk og lovsongur.

2
Esaias 58:11 Esaias

HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.

2
Jeremias 29:5 Jeremias

Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!

2
Jeremias 29:28 Jeremias

Tí hevur hann nú fingið sent boð til okkara í Bábel og latið siga: „Tað kemur at verða leingi! Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!““

2