at lyfta hendur

14 versir um "at lyfta hendur"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 63:4 Sálmarnir

Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær.

3
Sálmarnir 134:2 Sálmarnir

Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM!

3
Sorgarsongirnir 3:41 Sorgarsongirnir

Latið okkum lyfta hjarta og hondum okkara til Gud í Himli!

3
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið

– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,

3
Onnur Mósebók 17:11 Onnur Mósebók

So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.

2
Fyrra Kongabók 8:22 Fyrra Kongabók

– Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, breiddi út hendurnar móti himli

2
Fyrra Kongabók 8:54 Fyrra Kongabók

Táið Sálomo var liðugur at bera fram fyri HARRAN alla hesa bøn og eyðmjúku ákallan, reisti hann seg upp framman fyri altar HARRANS, har sum hann hevði ligið á knæ við hondunum útbreiddum móti himli.

2
Ezra 9:5 Ezra

Men táið kvøldoffurtíðin var komin, reistist eg, haðani sum eg sat og syrgdi, og skræddi kyrtil og kappa mín; síðani fall eg á knæ, rætti út hendurnar til HARRAN Gud mín

2
Nehemias 8:6 Nehemias

Ezra lovaði HARRANUM, hinum stóra Gudi, og við upplyftum hondum svaraði alt fólkið: „Amen, amen!“ Og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM við andlitinum til jarðar.

2
Sálmarnir 28:2 Sálmarnir

Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum!

2
Sálmarnir 119:48 Sálmarnir

Eg rætti út hendurnar móti boðum Tínum, sum eg elski, og grundi á fyriskipanir Tínar.

2
Sálmarnir 141:2 Sálmarnir

Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur!

2
Sorgarsongirnir 2:19 Sorgarsongirnir

Far upp um náttina og rópa hart – hvørja ferð ein náttarvøka byrjar! Lat hjarta títt renna út sum vatn fyri ásjón Harrans! Lyft hondunum til Hansara fyri lívi barna tína, sum ørmaktast av hungri á hvørjum vegamóti!

2
Lukas 24:50 Lukas

So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.

2