at lyða vilja Guds
23 versir um "at lyða vilja Guds"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Fyrra Sámuelsbók 15:22 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði: „Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!
Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!
Efesusbrævið 6:6 Efesusbrævið
ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
Matteus 12:50 Matteus
Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“
Lukas 22:42 Lukas
„Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Hebrearabrævið 13:20 Hebrearabrævið
Gud friðarins, sum við blóði av ævigum sáttmála førdi hin stóra seyðahirða, Harra okkara Jesus, upp frá hinum deyðu,
Hebrearabrævið 13:21 Hebrearabrævið
Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Sálmarnir 40:8 Sálmarnir
Tá segði Eg: „Hygg, Eg komi – í bókrulluni stendur skrivað tað, ið Eg skal gera;
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Jóhannes 4:34 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið
Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
Fyrra Pætursbrævið 4:2 Fyrra Pætursbrævið
so tit liva, ta tíð tit hava eftir í holdinum, ikki eftir menniskjalystum, men eftir vilja Guds.