at lyða
14 versir um "at lyða"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Lukas 11:28 Lukas
Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“
Onnur Mósebók 19:5 Onnur Mósebók
Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín – tí øll jørðin er Mín –
Fyrra Sámuelsbók 15:22 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði: „Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
Fyrra Pætursbrævið 1:14 Fyrra Pætursbrævið
Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vistu ikki betur.
Fimta Mósebók 11:1 Fimta Mósebók
„Tú skalt tí nú elska HARRAN Gud tín og halda tað, ið Hann sigur við teg at halda – lógir, fyriskipanir og boð Hansara – allar dagar.
Rómverjabrævið 6:16 Rómverjabrævið
Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd – til deyða – ella hjá lýdni – til rættvísi – ?
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí vita vit, at vit kenna Hann – av, at vit halda boð Hansara.
Seinna Jóhannesarbrævið 1:6 Seinna Jóhannesarbrævið
Hetta er kærleikin, at vit liva eftir boðum Hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, fyri at tit skulu liva eftir tí.