at lurta eftir Gudi
18 versir um "at lurta eftir Gudi"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 2:1 Orðtøkini
Sonur mín! Tekur tú við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær,
Orðtøkini 2:2 Orðtøkini
so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap,
Orðtøkini 2:3 Orðtøkini
ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum,
Orðtøkini 2:4 Orðtøkini
leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum,
Orðtøkini 2:5 Orðtøkini
so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud.
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Markus 4:24 Markus
Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.
Jóhannes 10:27 Jóhannes
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.
Jóhannes 10:28 Jóhannes
Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir
leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Hebrearabrævið 4:7 Hebrearabrævið
so ásetur Hann aftur dag: „Í dag“ – táið Hann so langa tíð eftir sigur við Dávidi – soleiðis sum frammanundan er nevnt: „Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!“
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.