at læra og uppala børn okkara
11 versir um "at læra og uppala børn okkara"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Fimta Mósebók 6:5 Fimta Mósebók
Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.
Fimta Mósebók 6:6 Fimta Mósebók
Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum;
Fimta Mósebók 6:7 Fimta Mósebók
tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp;
Orðtøkini 1:8 Orðtøkini
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 1:9 Orðtøkini
Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Fimta Mósebók 11:19 Fimta Mósebók
Og lærið børn tykkara tey við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp!
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!