at loysa træl

14 versir um "at loysa træl"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 15:12 Fimta Mósebók

Táið onkur av fólki tínum – hebraiskur maður ella hebraisk kvinna – verður seldur tær, skal hann tæna hjá tær í seks ár, men sjeynda árið skalt tú geva hann frían, so hann kann fara, hvar hann vil.

11
Fimta Mósebók 15:13 Fimta Mósebók

Táið tú gevur hann frían, skalt tú ikki lata hann fara tómhentan frá tær;

11
Fimta Mósebók 15:14 Fimta Mósebók

nei, tú skalt lata hann fáa ríkligt við sær av smáfæi tínum, av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni; av tí, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við, skalt tú geva honum.

11
Fimta Mósebók 15:15 Fimta Mósebók

Tú skalt minnast, at tú hevur sjálvur verið trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út; tí gevi eg tær hetta boð.

11
Fimta Mósebók 15:16 Fimta Mósebók

Men sigur hann við teg: „Eg havi ikki hug at fara frá tær“ – tí hann hevur tað gott hjá tær og er góður við teg og tíni –

11
Fimta Mósebók 15:17 Fimta Mósebók

so skalt tú taka sýl og stinga hann gjøgnum oyra hansara inn í dyrnar; so skal hann vera trælur tín við alla. Á sama hátt skalt tú gera við trælkvinnu tína.

11
Fimta Mósebók 15:18 Fimta Mósebók

– Lat ikki falla tær tungt at geva hann frían og lata hann fara frá tær! Tí í seks ár hevur hann tænt hjá tær, og daglønt fólk høvdu kostað tær dupult so mikið – og HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum tú gert.

11
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið

Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.

9
Fyrra Korintbrævið 7:21 Fyrra Korintbrævið

Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!*

6
Fyrra Korintbrævið 7:23 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt – verðið ikki menniskjatrælir!

6
Triðja Mósebók 25:44 Triðja Mósebók

Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva.

5
Triðja Mósebók 25:45 Triðja Mósebók

Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand – av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara – kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara;

5
Triðja Mósebók 25:46 Triðja Mósebók

tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður.

5
Jóhannes 8:36 Jóhannes

Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.

5