at lova / binda seg við lyfti
7 versir um "at lova / binda seg við lyfti"
Versir
Síða 1 av 1Amos 2:8 Amos
Á pantsettum klæðum liggja teir og strekkja seg hjá hvørjum altari, og vín, sum teir hava tikið í bót, drekka teir í húsi Guds síns.
Matteus 5:33 Matteus
Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“
Matteus 5:34 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;
Matteus 5:35 Matteus
ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;
Matteus 5:36 Matteus
ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.
Matteus 5:37 Matteus
Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið
Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!