at læna
65 versir um "at læna"
Versir
Síða 1 av 2Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Lukas 6:35 Lukas
Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.
Lukas 6:30 Lukas
Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
Matteus 5:42 Matteus
Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær!
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Onnur Mósebók 22:14 Onnur Mósebók
Táið onkur lænir kríatúr frá einum øðrum, og tað fær mein ella doyr, meðan ánarin ikki er hjástaddur, skal hann lata fult viðurlag.
Sálmarnir 112:5 Sálmarnir
Sælur er tann, ið vísir miskunn og lænir; hann heldur søk síni uppi í rættinum;
Orðtøkini 22:26 Orðtøkini
Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!
Orðtøkini 22:27 Orðtøkini
Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við!
Sálmarnir 37:26 Sálmarnir
Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Orðtøkini 28:8 Orðtøkini
Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum.
Esaias 24:2 Esaias
Tá gongur presti sum fólki, harra sum træli, frú sum trælkvinnu, seljara sum keypara, lángevara sum lántakara, okrara sum skuldara hansara.
Ezekiel 18:13 Ezekiel
lænir fyri rentu og tekur yvirmál – skuldi hann tá sloppið at livað! Nei, hann skal ikki sleppa at liva! Alt hetta viðurstyggiliga hevur hann gjørt, hann skal vissuliga bøta við lívinum, blóð hansara skal koma yvir hann.
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Onnur Mósebók 22:25 Onnur Mósebók
Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum.
Onnur Mósebók 22:26 Onnur Mósebók
Tekur tú kappa næsta tíns í pant, skalt tú lata hann fáa hann aftur, áðrenn sólin gongur undir;
Onnur Mósebók 22:27 Onnur Mósebók
tí hann er tað einasta, ið hann hevur at sveipa um seg; við honum er tað, hann klæðir likam sítt; hvørjum øðrum skal hann liggja í! Og táið hann rópar til Mín, skal Eg hoyra, tí Eg eri miskunnsamur!
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:36 Triðja Mósebók
Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:37 Triðja Mósebók
Tú mást ikki læna honum pening móti rentu ella lata hann fáa av mati tínum móti yvirmáli.
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók
nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.
Fimta Mósebók 15:9 Fimta Mósebók
Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: „Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,“ og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.
Fimta Mósebók 15:10 Fimta Mósebók
Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.
Fimta Mósebók 23:19 Fimta Mósebók
Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av.
Fimta Mósebók 23:20 Fimta Mósebók
Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum – so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!
Sálmarnir 37:2 Sálmarnir
Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey.
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 37:6 Sálmarnir
Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir
Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir
Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir
Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.
Sálmarnir 37:10 Sálmarnir
Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
Sálmarnir 37:11 Sálmarnir
Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.
Sálmarnir 37:12 Sálmarnir
Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum.
Sálmarnir 37:13 Sálmarnir
Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur.
Sálmarnir 37:14 Sálmarnir
Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast;
Sálmarnir 37:15 Sálmarnir
men svørðið kemur í teirra egna hjarta, og bogar teirra verða brotnir sundur.
Sálmarnir 37:16 Sálmarnir
Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum;
Sálmarnir 37:17 Sálmarnir
tí armar hinna gudleysu verða brotnir, men HARRIN styðjar hini rættvísu.
Sálmarnir 37:18 Sálmarnir
HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir;
Sálmarnir 37:19 Sálmarnir
tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum.
Sálmarnir 37:20 Sálmarnir
Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt – tey hvørva, hvørva sum roykur.
Sálmarnir 37:21 Sálmarnir
Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur;
Sálmarnir 37:22 Sálmarnir
tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin.
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir
HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;
Sálmarnir 37:24 Sálmarnir
um hann so snávar, fellur hann ikki, tí HARRIN heldur í hond hansara.