at liva umleið 70 ár
9 versir um "at liva umleið 70 ár"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 90:10 Sálmarnir
Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Jeremias 29:10 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Táið 70 ár eru umliðin fyri Bábel, skal Eg vitja tykkum og uppfylla tykkum tað góða, ið Eg havi talað, at Eg skal lata tykkum koma aftur higar.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Judasarbrævið 1:7 Judasarbrævið
Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundanum – sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi – settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff.
Opinberingin 6:8 Opinberingin
Tá fekk eg at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini – at drepa við svørði, hungri, pest og villdýrum jarðarinnar.
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“