at liva reint og heilagt

71 versir um "at liva reint og heilagt"

Versir

Síða 2 av 2
Hebrearabrævið 12:9 Hebrearabrævið

Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin – og liva!

3
Hebrearabrævið 12:10 Hebrearabrævið

Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara.

3
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið

Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.

3
Hebrearabrævið 12:12 Hebrearabrævið

Rættið tí hinar viknaðu hendur og hini riðandi knø,

3
Hebrearabrævið 12:13 Hebrearabrævið

og gerið fótum tykkara beinar gøtur, fyri at hitt lamna skal ikki fara úr liði, men heldur kann verða grøtt!

3
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið

Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!

3
Hebrearabrævið 12:15 Hebrearabrævið

Síggið til, at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálkað av henni!

3
Hebrearabrævið 12:16 Hebrearabrævið

Síggið til, at eingin er siðloysingur ella vanheilagur – sum Esau, ið fyri bert eina máltíð seldi frumburðarrætt sín!

3
Hebrearabrævið 12:17 Hebrearabrævið

Tit vita jú, at hann seinni, táið hann vildi arva signingina, varð vrakaður, tóat hann við tárum bað um at fáa hana – hann fann sær onga leið til umvending.

3
Hebrearabrævið 12:18 Hebrearabrævið

Tí tit eru ikki komin til fjall, ið nemist við, og sum brennur í eldi, ikki til sorta, myrkur og harðveður,

3
Hebrearabrævið 12:19 Hebrearabrævið

ikki til lúðraljóð og rødd, ið talaði so, at tey, sum hoyrdu hana, bóðu, at ikki skuldi verða talað meiri til teirra –

3
Hebrearabrævið 12:20 Hebrearabrævið

tey vóru ikki ment at bera boðið, ið givið varð: „Um tað so bert er dýr, ið nemur við fjallið, skal tað verða steinað.“

3
Hebrearabrævið 12:21 Hebrearabrævið

Og so øgilig var sjónin, at Móses segði: „Eg ræðist og skelvi.“

3
Hebrearabrævið 12:22 Hebrearabrævið

Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerusalem og til hini mongu túsund av einglum,

3
Hebrearabrævið 12:23 Hebrearabrævið

til hátíðarskara og samkomu hinna frumbornu, sum uppskrivað eru í Himlunum, til dómaran, sum er Gud alra, og til andar hinna rættvísu, ið fullkomin eru vorðin,

3
Hebrearabrævið 12:24 Hebrearabrævið

til Jesus, millummannin fyri nýggjan sáttmála, og til áslettingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels.

3
Hebrearabrævið 12:25 Hebrearabrævið

Síggið til, at tit sigast ikki undan Honum, sum talar! Sluppu tey ikki undan, sum søgdust undan honum, ið talaði guddómsorð sítt á jørðini – hvussu mangan minni skulu ikki vit sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá Honum, ið talar av Himlunum,

3
Hebrearabrævið 12:26 Hebrearabrævið

Honum, hvørs rødd ta ferðina risti jørðina, men sum nú hevur lovað: „Eina ferð enn skal Eg rista, ikki bert jørðina, men himmalin við.“

3
Hebrearabrævið 12:27 Hebrearabrævið

Hesi orð: „Eina ferð enn“, vísa, at tað, sum rist verður, skal umskiftast, við tað at tað er skapt, fyri at tað, sum ikki verður rist, skal verða verandi.

3
Hebrearabrævið 12:28 Hebrearabrævið

Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta!

3
Hebrearabrævið 12:29 Hebrearabrævið

Tí Gud okkara er oyðandi eldur.

3