at líta burtur frá Gudi
71 versir um "at líta burtur frá Gudi"
Versir
Síða 2 av 2Jeremias 7:23 Jeremias
Men hetta boð gav Eg teimum: „Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt; og gangið í øllum leiðina, sum Eg gevi tykkum boð um, so tykkum kann gangast væl!“
Jeremias 7:24 Jeremias
Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyrað til Mín; nei, teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu Mær bakið og ikki andlitið.
Amos 4:6 Amos
Og tó havi Eg latið tykkum ganga við tómum munni í øllum býum tykkara og latið tykkum fattast breyð, allastaðni har tit búgva – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
Amos 4:7 Amos
Eg havi sýtt tykkum regn, táið enn vóru tríggir mánaðir til heystið, og havi latið regna yvir ein bý og ikki yvir ein annan; ein akur fekk regn, og ein annar tornaði upp, tí einki regn kom á hann;
Amos 4:8 Amos
tveir, tríggir býir reikaðu til ein og sama bý eftir vatni at drekka og fingu tó ikki tostan sløktan – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
Amos 4:9 Amos
Eg havi sligið tykkum við kornbrenning og gulnan; grashoppurnar ótu upp allar urtagarðar og víngarðar, øll fikutrø og oljutrø tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
Amos 4:10 Amos
Eg havi sent pest ímillum tykkara sum hinaferð í Egyptalandi; Eg havi dripið unglingar tykkara við svørði og latið hestar tykkara verða til herfong; Eg læt stinkin av heri tykkara stíga upp í nøs tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
Amos 4:11 Amos
Eg havi stoytt umkoll býum hjá tykkum, sum Gud stoytti umkoll Sodoma og Gomorra, og tit vórðu sum brandur, ið ryktur er út úr eldinum – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.
Amos 4:12 Amos
Tí skal Eg gera so við teg, Ísrael! Og við tað at Eg fari at gera so við teg, tá ger teg til reiðar at møta Gudi tínum, Ísrael!
Amos 4:13 Amos
Tí Hann, sum virkar fjøllini, skapir vindin og opinberar menniskjunum hugsanir teirra – Hann, sum ger morgunroðan til myrkur og gongur eftir hæddum jarðarinnar – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
Matteus 15:11 Matteus
Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“
Lukas 12:19 Lukas
Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!“
Lukas 12:20 Lukas
Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!“
Lukas 12:21 Lukas
Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.“
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Seinna Korintbrævið 9:9 Seinna Korintbrævið
– sum skrivað er: „Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku; rættvísi hansara verður í allar ævir.“
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið
Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið
so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.
Seinna Korintbrævið 9:12 Seinna Korintbrævið
Tí hjálpin, sum kemur í lag við hesi tænastu, bøtir ikki bert um tað, ið fattast hinum heilagu; nei, hon ber eisini ávøkst í yvirflóð við tí, at mong takka Gudi.