at líta burtur frá Gudi

71 versir um "at líta burtur frá Gudi"

Versir

Síða 1 av 2
Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið

Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.

7
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið

Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.

7
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.

7
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið

Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.

7
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið

Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar

7
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið

og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.

7
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.

7
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið

Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.

7
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;

7
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið

og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.

7
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið

Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er

7
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið

– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;

7
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið

tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,

7
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið

skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.

7
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið

Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.

7
Orðtøkini 1:24 Orðtøkini

– Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,

6
Orðtøkini 1:25 Orðtøkini

við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni,

6
Orðtøkini 1:26 Orðtøkini

so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,

6
Orðtøkini 1:27 Orðtøkini

táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum.

6
Orðtøkini 1:28 Orðtøkini

Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki.

6
Orðtøkini 1:29 Orðtøkini

Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN,

6
Orðtøkini 1:30 Orðtøkini

vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína,

6
Orðtøkini 1:31 Orðtøkini

so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.

6
Orðtøkini 1:32 Orðtøkini

Tí at hini fávitskutu venda sær burt – tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra.

6
Orðtøkini 1:33 Orðtøkini

Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku.“

6
Hoseas 4:6 Hoseas

Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg – tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.

5
Jónas 1:1 Jónas

Orð HARRANS kom til Jónas, son Amittai; Hann segði:

5
Jónas 1:2 Jónas

„Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og tala móti honum! Tí óndskapur teirra er stigin upp fyri andlit Mítt.“

5
Jónas 1:3 Jónas

Men Jónas helt avstað og ætlaði at flýggja til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS; hann fór til Joppe, og táið hann har fann skip, ið skuldi til Tarsis, greiddi hann flutningsgjaldið og fór umborð til at fara við teimum til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS.

5
Jónas 1:4 Jónas

Men HARRIN sendi harðveður á sjógvin; ódnarstormur varð á havinum, so skipið var um at ganga burtur.

5
Jónas 1:5 Jónas

Tá kom ræðsla á skipsmenninar, og teir róptu hvør til gud sín; tað, sum í skipinum var, kastaðu teir út fyri at lætta um tað. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fastasvøvni.

5
Jónas 1:6 Jónas

Skiparin fór tá til hansara og segði: „Hvussu fært tú sovið so? Kom upp og rópa til Gud tín! Kanska Gud hugsar um okkum, so vit ganga ikki burtur.“

5
Jónas 1:7 Jónas

So søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum kasta lut, so vit kunnu fáa at vita, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum!“ Teir kastaðu so lut, og luturin fall á Jónas.

5
Jónas 1:8 Jónas

Tá søgdu teir við hann: „Sig okkum, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum! Hvat er ørindi títt, og hvaðani kemur tú? Hvørjum landi ert tú úr, og hvørji tjóð ert tú av?“

5
Jónas 1:9 Jónas

Hann svaraði: „Eg eri Hebreari, og eg óttist HARRAN, Gud Himmalsins, Hann, sum hevur gjørt havið og turrlendið.“

5
Jónas 1:10 Jónas

Tá fall stór ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: „Hví hevur tú gjørt hetta?“ – Teir vistu, at hann flýddi frá ásjón HARRANS, tí tað hevði hann sagt teimum.

5
Jónas 1:11 Jónas

Og teir spurdu hann: „Hvat skulu vit gera við teg, so sjógvurin kann slætna hjá okkum?“ – Tí sjógvurin østist meiri og meiri upp.

5
Jónas 1:12 Jónas

Hann svaraði: „Takið meg og kastið meg á sjógvin! So fer sjógvurin at slætna hjá tykkum; tí eg veit, at tað er fyri mína skuld, hesin ógvuligi stormur er komin á tykkum.“

5
Jónas 1:13 Jónas

Menninir royndu nú at rógva aftur til lands; men teir vóru ikki mentir, tí sjógvurin østist meiri og meiri upp ímóti teimum.

5
Jónas 1:14 Jónas

Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: „Á HARRI! Lat okkum ikki ganga burtur, fyri tað at hesin maður skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum! – Tú, HARRI, hevur jú gjørt, sum Tú vildi!“

5
Jónas 1:15 Jónas

Síðani tóku teir Jónas og kastaðu hann á sjógvin; tá slætnaði sjógvurin við tað sama.

5
Jónas 1:16 Jónas

Og stórur ótti fyri HARRANUM fall á menninar; teir ofraðu HARRANUM sláturoffur og gjørdu lyfti.

5
Sálmarnir 53:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Mahalat. Songur. Eftir Dávid.

4
Sálmarnir 53:2 Sálmarnir

Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.

4
Sálmarnir 53:3 Sálmarnir

Gud skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, ið søkir Gud.

4
Sálmarnir 53:4 Sálmarnir

Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!

4
Sálmarnir 53:5 Sálmarnir

Hava teir tá einki vit, hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ákalla ikki Gud?

4
Sálmarnir 53:6 Sálmarnir

Tá grípur ræðsla teir, har sum einki var at ræðast; tí Gud spjaðir bein teirra, ið taka støðu móti tær; teir verða til skammar, tí Gud hevur vrakað teir.

4
Jóhannes 12:48 Jóhannes

Tann, ið vrakar Meg og tekur ikki við orðum Mínum, hevur tann, ið dømir hann; orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag.

3
Jeremias 7:22 Jeremias

Tí ta ferðina Eg leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi, talaði Eg ikki við teir um brennioffur og sláturoffur og gav teimum einki boð um slíkt.

2