at líta á menniskju

14 versir um "at líta á menniskju"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir

Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;

4
Mika 7:5 Mika

Trúgvið ongum, ið stendur tykkum nær, lítið á ongan vin! Fyri henni, sum liggur í favni tínum, mást tú varða dyr muns tíns!

3
Mika 7:6 Mika

Tí sonurin vanvirðir faðir sín, dóttirin setur seg upp móti móður síni, sonarkonan móti vermóður síni; húsfólk mansins er fíggindar hansara.

3
Mika 7:7 Mika

Men eg skal skoða út eftir HARRANUM, bíða eftir Gudi frelsu mínar; Gud mín skal hoyra meg.

3
Mika 7:8 Mika

Gleð teg ikki uppi yvir mær, fíggindi mín! Um eg so eri fallin, komi eg aftur á føtur; um eg so siti í myrkri, er HARRIN ljós mítt.

3
Sálmarnir 118:9 Sálmarnir

betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.

2
Sálmarnir 146:3 Sálmarnir

Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa!

2
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

2
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

2
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini

Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.

2
Esaias 2:22 Esaias

– So gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey!

2
Jeremias 9:4 Jeremias

Varðið tykkum, hvør fyri vini sínum, og lítið ongan bróður á! Tí hvør bróðir er stórsvíkjari, og hvør vinur gongur um og baktalar.

2
Jeremias 17:5 Jeremias

So sigur HARRIN: Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín, og hvørs hjarta víkur frá HARRANUM.

2
Jeremias 17:6 Jeremias

Hann skal verða sum eitt hjálparleyst í oyðimørkini og skal einki gott síggja koma; nei, hann skal búgva á avsvidnum støðum í oyðimørkini, í saltlandi, sum eingin býr í.

2