at leita eftir arbeiði
46 versir um "at leita eftir arbeiði"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Esaias 60:1 Esaias
Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær.
Esaias 60:2 Esaias
Ja, myrkur liggur yvir jørðini, og niða yvir fólkunum; men yvir tær skal HARRIN renna upp, og yvir tær skal dýrd Hansara opinberast.
Esaias 60:3 Esaias
Fólkasløg skulu leita til ljós títt, og kongar til skinið, ið upp er runnið yvir tær.
Esaias 60:4 Esaias
Lyft upp eyguni og hygg rundan um teg! Tey savnast øll, tey koma til tín; synir tínir koma úr fjarløgu, og døtur tínar verða bornar á arminum.
Esaias 60:5 Esaias
Táið tú sært hetta, skalt tú lýsa av gleði, og hjarta títt skal banka og verða fult; tí ríkdómur havsins skal venda sær til tín, og góðs tjóðanna skal koma til tín.
Esaias 60:6 Esaias
Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfyl úr Midjan og Efa; teir koma allir úr Sjeba; gull og roykilsi skulu teir bera tær, og prís HARRANS skulu teir kunngera.
Esaias 60:7 Esaias
Alt smáfæ Kedars skal savnast til tín, veðrar Nebajots skulu tæna tær; Mær til gleði skulu teir verða ofraðir á altari Mínum, og húsið, har dýrd Mín býr, skal Eg æra.
Esaias 60:8 Esaias
Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni?
Esaias 60:9 Esaias
Jú, oyggjarnar bíða eftir Mær, og fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu; silvur og gull teirra kemur við teimum – fyri navns HARRANS Guds tíns skuld, fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann veitir tær dýrd.
Esaias 60:10 Esaias
Fremmandir skulu laða upp múrar tínar, og kongar teirra skulu tæna tær; tí í vreiði Míni havi Eg sligið teg, men í náði Míni miskunni Eg tær.
Esaias 60:11 Esaias
Portur tíni skulu standa opin altíð; hvørki dag ella nátt skulu tey verða stongd – so góðs tjóðanna kann verða flutt inn í teg, og kongar teirra við, sum fangar.
Esaias 60:12 Esaias
Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.
Esaias 60:13 Esaias
Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.
Esaias 60:14 Esaias
Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael.
Esaias 60:15 Esaias
Í staðin fyri at frammanundan øll høvdu vent tær bakið og hataðu teg, so eingin ferðaðist ígjøgnum teg, skal Eg gera teg til æviga dýrd, gleði mann eftir mann.
Esaias 60:16 Esaias
Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín.
Esaias 60:17 Esaias
Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær.
Esaias 60:18 Esaias
Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.
Esaias 60:19 Esaias
Sólin skal ikki longur vera ljós títt um dagin, og mánin skal ikki longur skína og lýsa hjá tær; nei, HARRIN skal vera æviga ljós títt, og Gud tín skal vera dýrd tín.
Esaias 60:20 Esaias
Sól tín skal ikki longur ganga undir, og máni tín skal ikki taka av; tí HARRIN skal vera æviga ljós títt, og sorgardagar tínir skulu vera at enda.
Esaias 60:21 Esaias
Og fólk títt – tey eru øll somul rættvís; til ævigar tíðir skulu tey eiga landið; tey eru jú kvistur av tí, ið Eg havi plantað, handaverk Mítt, Mær til dýrd.
Esaias 60:22 Esaias
Hin minsti skal verða til túsund, og tann, ið minst hevur at týða, til veldiga tjóð. Eg, HARRIN, Eg skal lata hetta henda brádliga, táið tíðin er komin.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Matteus 6:31 Matteus
Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Matteus 6:34 Matteus
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Sálmarnir 5:12 Sálmarnir
Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær!
Sálmarnir 115:1 Sálmarnir
Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!
Orðtøkini 3:27 Orðtøkini
Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!
Orðtøkini 3:28 Orðtøkini
Sig ikki við næsta tín: „Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!“ – táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt!
Jeremias 29:7 Jeremias
Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til – biðið til HARRAN fyri honum! Tí táið honum gongst væl, gongst tykkum væl.
Fimta Mósebók 30:9 Fimta Mósebók
Og HARRIN Gud tín skal geva tær ríviligt av øllum, ið gott er, í øllum tí, sum tú fert undir at gera, bæði av lívsfrukt tíni, av fruktini av fæi tínum og av ávøksti lands tíns; tí HARRIN skal aftur hava gleði av tær, sum Hann hevði gleði av fedrum tínum, og gera væl við teg
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir
Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!
Orðtøkini 21:1 Orðtøkini
Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Job 11:6 Job
kunngjørt tær loyndardómar vísdómsins, at Hann eigur vit, og tað tvífalt! Tá skuldi tú komið eftir, at Gud hevur gloymt ein part av misgerð tíni!
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.