At leita
20 versir um "At leita"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 8:17 Orðtøkini
Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg.
Matteus 7:8 Matteus
Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
Jeremias 29:13 Jeremias
Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg – táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.
Jóhannes 5:39 Jóhannes
Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg.
Jóhannes 11:25 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Jóhannes 11:26 Jóhannes
Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“
Fimta Mósebók 4:29 Fimta Mósebók
Har skulu tit søkja HARRAN Gud tykkara, og tú skalt finna Hann, táið tú søkir Hann av øllum hjarta tínum og allari sál tíni.
Sálmarnir 27:8 Sálmarnir
Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: „Søkið ásjón Mína!“ – HARRI, eg søki ásjón Tína!
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Matteus 7:9 Matteus
Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,
Matteus 7:10 Matteus
ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!
Matteus 7:11 Matteus
Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Fyrra Krønikubók 16:11 Fyrra Krønikubók
Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara!
Esaias 55:6 Esaias
Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær!
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.