at leiða børn vill

112 versir um "at leiða børn vill"

Versir

Síða 2 av 3
Seinna Korintbrævið 4:7 Seinna Korintbrævið

Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.

2
Seinna Korintbrævið 4:8 Seinna Korintbrævið

Vit eru trongdir á allan hátt, men ikki kúgaðir, í iva, men ikki vónleysir,

2
Seinna Korintbrævið 4:9 Seinna Korintbrævið

atsøktir, men ikki vinaleysir, slignir niður, men ikki gjørdir til einkis.

2
Seinna Korintbrævið 4:10 Seinna Korintbrævið

Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara.

2
Seinna Korintbrævið 4:11 Seinna Korintbrævið

Ja, longu meðan vit liva, verða vit samt og javnt givnir upp til deyða fyri Jesusar skuld, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í deyðiliga holdi okkara.

2
Seinna Korintbrævið 4:12 Seinna Korintbrævið

Soleiðis er nú deyðin virkandi í okkum, men lívið í tykkum.

2
Seinna Korintbrævið 4:13 Seinna Korintbrævið

Men við tað at vit hava sama Anda trúarinnar – sum skrivað er: „Eg trúði, tí talaði eg“ – so trúgva eisini vit; tí tala vit eisini.

2
Seinna Korintbrævið 4:14 Seinna Korintbrævið

Tí vit vita, at Hann, sum reisti upp Harran Jesus, skal eisini reisa okkum upp við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum.

2
Seinna Korintbrævið 4:15 Seinna Korintbrævið

Alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin kann breiðast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verður takkað – Gudi til dýrd.

2
Seinna Korintbrævið 4:16 Seinna Korintbrævið

Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.

2
Seinna Korintbrævið 4:17 Seinna Korintbrævið

Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd,

2
Seinna Korintbrævið 4:18 Seinna Korintbrævið

við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.

2
Kolossibrævið 3:1 Kolossibrævið

Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds!

2
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið

Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!

2
Kolossibrævið 3:3 Kolossibrævið

Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi.

2
Kolossibrævið 3:4 Kolossibrævið

Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd.

2
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!

2
Kolossibrævið 3:6 Kolossibrævið

Fyri hetta kemur vreiði Guds.

2
Kolossibrævið 3:7 Kolossibrævið

Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí.

2
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið

Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.

2
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess

2
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið

og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!

2
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið

Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.

2
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið

Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!

2
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið

Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.

2
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið

Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!

2
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!

2
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið

Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!

2
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið

Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!

2
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið

Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!

2
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið

Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!

2
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið

Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!

2
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið

Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!

2
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið

Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!

2
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!

2
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið

Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.

2
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið

Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:11 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:12 Fyrra Jóhannesarbrævið

og ikki líkjast Káini, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís!

2