at lata tað upp í hendur Guds

66 versir um "at lata tað upp í hendur Guds"

Versir

Síða 2 av 2
Matteus 5:34 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;

2
Matteus 5:35 Matteus

ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;

2
Matteus 5:36 Matteus

ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

2
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

2
Matteus 5:38 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“

2
Matteus 5:39 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!

2
Matteus 5:40 Matteus

Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við!

2
Matteus 5:41 Matteus

Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum!

2
Matteus 5:42 Matteus

Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær!

2
Matteus 5:43 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!“

2
Matteus 5:44 Matteus

Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum

2
Matteus 5:45 Matteus

– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.

2
Matteus 5:46 Matteus

Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama!

2
Matteus 5:47 Matteus

Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so!

2
Matteus 5:48 Matteus

Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“

2
Jóhannes 14:15 Jóhannes

Elska tit Meg, so haldið boð Míni!

2