at lata presti løn

65 versir um "at lata presti løn"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“

6
Fyrra Korintbrævið 9:14 Fyrra Korintbrævið

Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.

5
Galatiabrævið 6:6 Galatiabrævið

Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum.

5
Ápostlasøgan 20:33 Ápostlasøgan

Eg havi ikki tráað eftir silvuri, gulli ella klæðum frá nøkrum.

4
Ápostlasøgan 20:34 Ápostlasøgan

Tit vita sjálvir, at tað, sum mær hevur tørvað, mær og teimum, sum við mær vóru, hava hesar hendur arbeitt fyri.

4
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan

Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““

4
Fyrra Korintbrævið 9:9 Fyrra Korintbrævið

Í Móselóg er jú skrivað: „Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.“ – Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta,

4
Fyrra Korintbrævið 9:10 Fyrra Korintbrævið

ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er, fyri okkara skuld! Jú, fyri okkara skuld er tað skrivað; tí tann, ið pløgir, skal pløga í vón, og tann, ið treskir, skal gera tað í vón um at fáa part sín.

4
Fyrra Korintbrævið 9:11 Fyrra Korintbrævið

Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara!

4
Fyrra Korintbrævið 9:12 Fyrra Korintbrævið

Hava aðrir henda rætt yvir tykkum, skuldu vit tá ikki enn meiri havt hann! Tó hava vit ikki nýtt henda rætt; nei, vit tola alt, fyri at vit skulu einki hindur leggja fyri evangelium Kristusar.

4
Fyrra Korintbrævið 9:13 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at teir, sum gera tænastu í templinum, fáa føði sína úr templinum, og at teir, ið tæna við altarið, fáa part saman við altarinum!

4
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók

Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.

3
Lukas 10:7 Lukas

Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.

3
Fyrra Tessalonikabrævið 5:12 Fyrra Tessalonikabrævið

Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –

3
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið

setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!

3
Seinna Tessalonikabrævið 3:7 Seinna Tessalonikabrævið

Tit vita jú sjálvir, hvussu eigur at verða fylgt okkum eftir. Vit bóru okkum ikki óregluliga at millum tykkara;

3
Seinna Tessalonikabrævið 3:8 Seinna Tessalonikabrævið

ei heldur ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; nei, vit arbeiddu við stríði og møði nátt og dag fyri ongum tykkara at vera til byrði.

3
Seinna Tessalonikabrævið 3:9 Seinna Tessalonikabrævið

– Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir.

3
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið

Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.

3
Fjórða Mósebók 18:8 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Áron: „Eg havi givið tær tað, ið goymast skal av gávunum til Mín; alt tað, ið Ísraelsmenn halga, havi Eg givið tær og sonum tínum sum part tykkara – sum ævigan rætt.

2
Fjórða Mósebók 18:9 Fjórða Mósebók

Hetta er tað, ið tær skal hoyra til av hinum háheilaga – frároknað tað, ið brennast skal: Øll offur teirra, bæði matoffur, syndoffur og skyldoffur, sum tey geva Mær í bót; tey eru háheilag og skulu hoyra tær og sonum tínum til.

2
Fjórða Mósebók 18:10 Fjórða Mósebók

Á háheilagum staði skalt tú eta tað; alt mannkyn kann eta av tí – heilagt skal tað vera tær.

2
Fjórða Mósebók 18:11 Fjórða Mósebók

Líkaleiðis skal hetta hoyra tær til, sum tær gávur, ið tey skulu lata: Allar gávur frá Ísraelsmonnum, sum sveiggjaðar verða; tær havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí.

2
Fjórða Mósebók 18:12 Fjórða Mósebók

Alt tað besta av olju, vínberjaløgi og korni, frumgróðurin av tí, sum tey geva HARRANUM, tað gevi Eg tær.

2
Fjórða Mósebók 18:13 Fjórða Mósebók

Frumgróðurin av øllum, ið er í landi teirra, sum tey koma til HARRAN við, skal hoyra tær til; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí.

2
Fjórða Mósebók 18:14 Fjórða Mósebók

Alt bannlýst í Ísrael skal hoyra tær til.

2
Fjórða Mósebók 18:15 Fjórða Mósebók

Alt tað, ið opnar móðurlív, alt livandi, sum tey koma til HARRAN við – tað veri menniskju ella dýr – skal hoyra tær til; tó skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av menniskjum, og líkaleiðis skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av teimum óreinu dýrunum.

2
Fjórða Mósebók 18:16 Fjórða Mósebók

Loysigjaldið fyri dreingjabørnini skal latast, táið tey hava fylt mánað, og tað skal svara til tað virði, ið ásett er: Fimm seklar av silvuri eftir halgidómsvektini – tjúgu gerur í seklinum.

2
Fjórða Mósebók 18:17 Fjórða Mósebók

Men hitt frumborna undan kúm, óm ella geitum skalt tú ikki lata loysa; tað er heilagt. Blóð teirra skalt tú sletta á altarið, og tálgina úr teimum skalt tú brenna sum eldoffur – HARRANUM til góðan anga.

2
Fjórða Mósebók 18:18 Fjórða Mósebók

Men kjøtið av teimum skal hoyra tær til; eins og sveiggibringan og hitt høgra tjógvið skal tað hoyra tær til.

2
Fjórða Mósebók 18:19 Fjórða Mósebók

Allar heilagar gávur, sum Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; hetta skal vera ævigur saltsáttmáli* fyri ásjón HARRANS fyri teg og eftirkomarar tínar.“

2
Fjórða Mósebók 18:20 Fjórða Mósebók

HARRIN segði framvegis við Áron: „Tú skalt einki óðal hava í landi teirra, og eingin lutur skal ognast tær millum teirra – Eg sjálvur eri lutur tín og óðal títt millum Ísraelsmenn.

2
Fjórða Mósebók 18:21 Fjórða Mósebók

Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.

2
Fjórða Mósebók 18:22 Fjórða Mósebók

Ísraelsmenn mugu hereftir ikki koma samkomutjaldinum nær; tí so draga teir synd oman yvir seg og mugu doyggja.

2
Fjórða Mósebók 18:23 Fjórða Mósebók

Men Levitarnir, teir skulu gera tænastu í samkomutjaldinum, og teir skulu bera skuldina fyri brot fólksins – tað skal vera ævig lóg, mann eftir mann. Men arvalut skulu teir ongan hava millum Ísraelsmenn.

2
Fjórða Mósebók 18:24 Fjórða Mósebók

Tí tíggjundina, ið Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið Levitunum í arv; tí havi Eg sagt við teir, at teir skulu ongan arv hava millum Ísraelsmenn.“

2
Fjórða Mósebók 18:25 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

2
Fjórða Mósebók 18:26 Fjórða Mósebók

„Tala við Levitarnar og sig við teir: „Táið tit taka við tíggjundini frá Ísraelsmonnum – henni, ið Eg havi sagt, at tit skulu fáa frá teimum sum arv tykkara – skulu tit geva HARRANUM gávu av henni, tíggjundapartin av tíggjundini.

2
Fjórða Mósebók 18:27 Fjórða Mósebók

Henda gáva tykkara skal verða roknað javngóð við kornið av treskiplássinum, sum aðrir bera fram, og vínið, ið teir koma við úr persuni.

2
Fjórða Mósebók 18:28 Fjórða Mósebók

Soleiðis skulu eisini tit lata gávu til HARRAN av allari tíggjundini, ið tit fáa frá Ísraelsmonnum, og hesa gávu til HARRAN av tíggjund tykkara skulu tit lata Áron prest fáa.

2
Fjórða Mósebók 18:29 Fjórða Mósebók

Av øllum gávunum, ið tit fáa, skulu tit lata til HARRAN gávuna, ið Hann eigur at fáa; tað besta av eini og hvørji gávu skal vera parturin, ið Honum verður halgaður.“

2
Fjórða Mósebók 18:30 Fjórða Mósebók

Sig við teir: „Táið tit hava latið tað besta av tí, tá skal tað verða roknað javngott við tað, ið inn kemur av treskiplássinum og úr vínpersuni.

2
Fjórða Mósebók 18:31 Fjórða Mósebók

Tit kunnu eta tað, hvar tit vilja, tit og húsfólk tykkara; tí tað er lønin, ið tit fáa fyri tænastu tykkara í samkomutjaldinum.

2
Fjórða Mósebók 18:32 Fjórða Mósebók

Táið tit bert lata tað besta av tí, so koma tit ikki at draga synd oman yvir tykkum, tá vanhalga tit ikki hinar heilagu gávur frá Ísraelsmonnum – og skulu ikki doyggja.““

2
Matteus 10:8 Matteus

Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.

2
Matteus 10:9 Matteus

Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,

2
Matteus 10:10 Matteus

ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.

2
Markus 10:43 Markus

So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara;

2
Markus 10:44 Markus

og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.

2