at kyssa

34 versir um "at kyssa"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 85:10 Sálmarnir

Ja, frelsa Hansara er teimum nær, sum óttast Hann; skjótt skal heiður búgva í landi okkara;

11
Hásongurin 1:2 Hásongurin

„Hann kyssi meg, kyssi meg við munni sínum! Tí kærleiki tín er betri enn vín.

11
Rómverjabrævið 16:16 Rómverjabrævið

Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.

10
Orðtøkini 24:26 Orðtøkini

Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum.

7
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

7
Orðtøkini 27:6 Orðtøkini

Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.

6
Fyrsta Mósebók 29:10 Fyrsta Mósebók

Táið Jákup sá Rakul, dóttur Laban, mammubeiggja sín, og smáfæið, ið mammubeiggi hansara átti, fór hann og velti steinin frá munnanum á brunninum og brynti smáfæi Labans, mammubeiggja síns.

5
Fyrsta Mósebók 29:11 Fyrsta Mósebók

So kysti hann Rakul og skar í at gráta.

5
Fyrsta Mósebók 29:12 Fyrsta Mósebók

Jákup segði Rakul, at hann var skyldmaður faðirs hennara, at hann var sonur Rebekku; tá leyp hon avstað og segði faðir sínum tað.

5
Lukas 7:45 Lukas

Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn.

5
Fyrra Pætursbrævið 5:14 Fyrra Pætursbrævið

Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi!

5
Sálmarnir 2:12 Sálmarnir

Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!

4
Lukas 7:36 Lukas

Ein av Farisearunum bað Hann koma og eta hjá sær; Hann fór tá inn hjá Farisearanum og setti Seg til borðs.

4
Lukas 7:37 Lukas

Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu

4
Lukas 7:38 Lukas

og stóð aftan fyri Hann, við føtur Hansara, græt og fór at væta føtur Hansara við tárum sínum, turkaði teir við hári sínum, kysti føtur Hansara og salvaði teir við salvuni.

4
Lukas 7:39 Lukas

Táið nú Farisearin, ið hevði boðið Honum inn, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: „Var hesin profetur, so visti Hann, hvør og hvussu henda kvinna er, ið nemur við Hann, at hon er syndafull kvinna.“

4
Lukas 7:40 Lukas

Tá tók Jesus til orða og segði við hann: „Símun, Eg havi nakað at siga við teg!“ Hann svaraði: „Meistari, sig tað!“

4
Lukas 7:41 Lukas

„Ein maður, ið lænti út pening, átti hjá tveimum; annar skyldaði honum 500 denarar, og annar 50.

4
Lukas 7:42 Lukas

Við tað at teir nú einki áttu at gjalda við, gav hann báðum tað eftir. Hvør teirra man nú fara at elska hann meiri?“

4
Lukas 7:43 Lukas

Símun svaraði: „Eg haldi, tann, ið hann gav meiri eftir.“ Tá segði Hann við hann: „Tú dømdi beint!“

4
Lukas 7:44 Lukas

So vendi Hann Sær móti kvinnuni og segði við Símun: „Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær – tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.

4
Lukas 7:46 Lukas

Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.

4
Lukas 7:47 Lukas

Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar – hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.“

4
Lukas 7:48 Lukas

So segði Hann við hana: „Syndir tínar eru fyrigivnar.“

4
Lukas 7:49 Lukas

Tá fóru teir, ið sótu til borðs við Honum, at siga við sær sjálvum: „Hvør er hesin, ið líka fyrigevur syndir!“

4
Lukas 7:50 Lukas

Men Hann segði við kvinnuna: „Trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“

4
Rutt 1:14 Rutt

Tær skóru nú aftur í grát. Og Orpa kysti vermóður sína, men Rutt vildi ikki skiljast frá henni.

3
Seinna Korintbrævið 13:12 Seinna Korintbrævið

Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll hini heilagu lata heilsa tykkum.

3
Fyrra Sámuelsbók 20:41 Fyrra Sámuelsbók

Táið drongurin var farin, reistist Dávid sunnan fyri [steinin], og hann fall á andlit sítt til jarðar og boygdi seg tríggjar ferðir; teir kystu hvør annan og grótu saman; Dávid græt hart.

2
Seinna Sámuelsbók 15:5 Seinna Sámuelsbók

Og táið onkur nærkaðist og ætlaði at kasta seg niður fyri honum, rætti hann út hondina og treiv í hann og kysti hann.

2
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:3 Fyrra Tessalonikabrævið

Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið

at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:5 Fyrra Tessalonikabrævið

ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud,

2