at knýta seg at kirkju

6 versir um "at knýta seg at kirkju"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið

Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.

10
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.

7
Jóhannes 18:36 Jóhannes

Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“

6
Ápostlasøgan 6:3 Ápostlasøgan

Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

– Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

– Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin.

5