at kloyva eina kirkju
96 versir um "at kloyva eina kirkju"
Versir
Síða 2 av 2Efesusbrævið 4:17 Efesusbrævið
Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns.
Efesusbrævið 4:18 Efesusbrævið
Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.
Efesusbrævið 4:19 Efesusbrævið
Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.
Efesusbrævið 4:20 Efesusbrævið
Men tit hava ikki soleiðis lært um Kristus,
Efesusbrævið 4:21 Efesusbrævið
so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi –
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið
at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið
endurnýggjast í anda sinnis tykkara
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið
og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið
Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið
Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 4:30 Efesusbrævið
Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið
Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
Fyrra Korintbrævið 3:3 Fyrra Korintbrævið
tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið
setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Gomlum manni mást tú ikki seta harðliga at, men áminna hann sum faðir, ungar menn sum brøður,
Fyrra Timoteusarbrævið 5:2 Fyrra Timoteusarbrævið
gamlar kvinnur sum møður, ungar sum systrar – í øllum reinleika!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Ær einkjur, sum veruliga eru einkjur!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur einkja børn ella barnabørn, so lat tey læra fyrst at vísa sínum egna húsi gudsótta sín og løna foreldrum sínum aftur! Tað er tekkiligt í eygum Guds.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tann, ið veruliga er einkja og stendur eina, hevur sett vón sína til Gud og heldur á við bøn og ákallan nátt og dag.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tann, ið livir eftir lystum sínum, er livandi deyð.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skalt tú bjóða, fyri at tey kunnu vera ólastandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Einkja kann verða skrásett, táið hon ikki er undir 60 ár, hevur verið kona eins mans,
Fyrra Timoteusarbrævið 5:10 Fyrra Timoteusarbrævið
hevur vitnisburð um góð verk, hevur fostrað upp børn, víst gestablíðskap, vaskað heilagum um føturnar, hjálpt neyðstøddum, lagt seg eftir øllum góðum verki.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Men sigst undan ungum einkjum! Tí táið tær í holdligari trá svíkja Kristus, vilja tær giftast –
Fyrra Timoteusarbrævið 5:12 Fyrra Timoteusarbrævið
og hava so tann dóm, at tær hava brotið fyrstu trúgv sína.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Aftrat hesum læra tær eisini, við tað at tær mala hús úr húsi, at vera latar, ja, ikki bert at vera latar, men eisini at bera sley og blanda seg upp í tað, sum ikki kemur teimum við – og tala so tað, sum tær ikki eiga at tala.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí vil eg, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, einki høvi geva mótstøðumanninum til at háða.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí longu hava nakrar vent sær burtur – eftir Satan.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Hevur onkur trúgvandi, maður ella kvinna, einkjur, so hjálpi tey teimum og lati tær ikki falla samkomuni til byrði – fyri at hon kann hjálpa teimum, ið veruliga eru einkjur!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“
Fyrra Timoteusarbrævið 5:19 Fyrra Timoteusarbrævið
Tak ikki við klagu móti einum elsta uttan eftir tveimum ella trimum vitnum!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, ið synda, skalt tú hava at, so allir hoyra, so eisini hinir kunnu hava ótta.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:21 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg vitni fyri Gudi og Kristi Jesusi og hinum útvaldu einglum, at tú mást akta eftir øllum hesum uttan fordóm, og at tú einki gert av partakenslu.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:22 Fyrra Timoteusarbrævið
Ver ikki skjótur at leggja hendurnar á nakran, hav ikki lut í syndum annara – halt teg sjálvan reinan!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:23 Fyrra Timoteusarbrævið
Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:24 Fyrra Timoteusarbrævið
Syndirnar hjá summum eru opinberar og fara undan til dóm; men hjá summum koma tær aftaná.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:25 Fyrra Timoteusarbrævið
Á sama hátt eru eisini hini góðu verkini opinber; og tey, sum ikki er so við, kunnu tó ikki dyljast.