at klappa við hondunum
70 versir um "at klappa við hondunum"
Versir
Síða 2 av 2Esaias 45:7 Esaias
Eg, sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku – Eg, HARRIN, eri tann, ið ger alt hetta.
Esaias 45:8 Esaias
Dryppið, tit himlar, omanífrá, og rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opnist og lati spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp! Eg, HARRIN, skapi hetta.
Esaias 45:9 Esaias
Vei honum, ið trætir við skapara sín – pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: „Hvat kanst tú gera!“ Og kann verk títt siga um teg: „Hann hevur ongar hendur!“
Esaias 45:10 Esaias
Vei honum, ið sigur við faðir sín: „Hvørji børn kanst tú fáa!“ og við konuna: „Hvørji børn kanst tú eiga!“
Esaias 45:11 Esaias
So sigur HARRIN, hin heilagi í Ísrael, Hann, sum skapti tað: Spyrjið Meg um tað, ið kemur! Latið Meg hava umsorgan fyri børnum Mínum og fyri handaverki Mínum!
Esaias 45:12 Esaias
Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.
Esaias 45:13 Esaias
Eg havi vakt hann* upp í rættferð, og allar vegir hansara skal Eg javna; hann skal byggja upp bý Mín og leysgeva fólk Mítt, sum burt er flutt, ikki fyri løn og ikki fyri gávu – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 45:14 Esaias
So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: „Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!“
Esaias 45:15 Esaias
– Sanniliga, Tú ert Gud, sum fjalir Seg, Tú Gud Ísraels, Tú frelsari!
Esaias 45:16 Esaias
Teir verða allir til spott og til skammar, allir noyðast teir at ganga har við vanæru, avgudasmiðirnir!
Esaias 45:17 Esaias
Ísrael verður frelst í HARRANUM við ævigari frelsu; í allar ævir skulu tit ikki verða til spott og til skammar.
Esaias 45:18 Esaias
Tí so sigur HARRIN, sum skapti himmalin, Hann, sum er Gud, Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana – ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana: Eg eri HARRIN, og eingin annar!
Esaias 45:19 Esaias
Ikki í loyndum havi Eg talað, ikki á staði í myrkum landi; Eg havi ikki sagt við ætt Jákups: „Søkið Meg til einkis!“ – Eg, HARRIN, tali rættvísi, kunngeri tað, ið rætt er.
Esaias 45:20 Esaias
Savnið tykkum og komið, stígið fram øll somul, tit, sum undansloppin eru av tjóðunum! Teir vita einki, teir, ið bera træmyndir sínar og biðja til gud, ið ikki er mentur at frelsa.
Esaias 45:21 Esaias
Kunngerið og sigið frá! Ja, ráðføri teir seg hvør við annan! Hvør hevur boðað hetta frá fornum tíðum, kunngjørt tað langt síðani! Man tað ikki vera Eg, HARRIN! Og eingin annar Gud er enn Eg, eingin rættvísur og frelsandi Gud er uttan Eg.
Esaias 45:22 Esaias
Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar!
Esaias 45:23 Esaias
Um Meg sjálvan havi Eg svorið, av munni Mínum er sannleiki gingin út, orð, ið ikki skal verða tikið aftur: Fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, Mær skal hvør tunga svørja trúskap!
Esaias 45:24 Esaias
„Bert í HARRANUM“ – skulu tey siga – „er rættvísi og styrki!“ Til Hansara skulu teir koma við skomm, allir teir, sum brenna av vreiði móti Honum.
Esaias 45:25 Esaias
Í HARRANUM skulu tey fáa rætt sín, og av Honum skulu tey rósa sær, alt fólk Ísraels.
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!