at kjakast
36 versir um "at kjakast"
Versir
Síða 1 av 1Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið
nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta
Fyrra Pætursbrævið 3:16 Fyrra Pætursbrævið
sum tey, ið hava góða samvitsku – so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn.
Rómverjabrævið 14:1 Rómverjabrævið
Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Ápostlasøgan 19:9 Ápostlasøgan
Men av tí at nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, so fólkið hoyrdi, rýmdi hann frá teimum, skilti lærisveinarnar frá teimum og helt dagliga samtalur í skúla Týrannusar.
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Orðtøkini 18:13 Orðtøkini
Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Kolossibrævið 2:1 Kolossibrævið
Tí eg vil, at tit skulu vita, hvussu nógv stríð eg havi fyri tykkum og fyri tey í Laodikea og fyri øll, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum
Kolossibrævið 2:2 Kolossibrævið
– fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus.
Kolossibrævið 2:3 Kolossibrævið
Í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna – fjaldir.
Kolossibrævið 2:4 Kolossibrævið
Hetta sigi eg, fyri at eingin skal dára tykkum við lokkandi talu.
Kolossibrævið 2:5 Kolossibrævið
Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus.
Kolossibrævið 2:6 Kolossibrævið
Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,
Kolossibrævið 2:7 Kolossibrævið
og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð!
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Kolossibrævið 2:9 Kolossibrævið
Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,
Kolossibrævið 2:10 Kolossibrævið
og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.
Kolossibrævið 2:11 Kolossibrævið
Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar –
Kolossibrævið 2:12 Kolossibrævið
grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.
Kolossibrævið 2:13 Kolossibrævið
Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara – holdinum – gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið
og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
Kolossibrævið 2:15 Kolossibrævið
Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið
Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
Kolossibrævið 2:18 Kolossibrævið
Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við „eyðmjúkleika“ og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum – uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum –
Kolossibrævið 2:19 Kolossibrævið
og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum!
Kolossibrævið 2:20 Kolossibrævið
Eru tit við Kristusi deyð frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, sum tit høvdu livað í heiminum enn, slík boð leggja á tykkum:
Kolossibrævið 2:21 Kolossibrævið
„Tak ikki, smakka ikki, nem ikki!“
Kolossibrævið 2:22 Kolossibrævið
– Hetta er tó alt ætlað til oyðingar við at verða nýtt! – Alt slíkt er boð og lærdómar manna!
Kolossibrævið 2:23 Kolossibrævið
Hetta hevur víst orð fyri at vera vísdómur – við sjálvvaldari dýrkan, „eyðmjúkleika“ og ringari viðferð av likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert! Tað er einki til uttan at metta holdið!
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið
Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,
Seinna Jóhannesarbrævið 1:9 Seinna Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin.
Seinna Jóhannesarbrævið 1:10 Seinna Jóhannesarbrævið
Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan!