at keypa og selja hundar
18 versir um "at keypa og selja hundar"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 23:18 Fimta Mósebók
Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundapeningi inn í hús HARRANS Guds tíns, til at uppfylla nakað lyfti; tí bæði hesi eru HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Sálmarnir 85:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.
Sálmarnir 85:2 Sálmarnir
HARRI! Fyrr vart Tú landi Tínum náðigur, Tú vendi lagnu Jákups;
Sálmarnir 85:3 Sálmarnir
Tú tókst burtur skyld fólks Tíns, fjaldi alla synd teirra. – Sela.
Sálmarnir 85:4 Sálmarnir
Tú lætst alla vreiði Tína fara, lætst brennandi vreiði Tína halda uppat.
Sálmarnir 85:5 Sálmarnir
– Vend við aftur, Frelsugud okkara, gev uppat at hava nakað ímóti okkum!
Sálmarnir 85:6 Sálmarnir
Fert Tú at vera illur við okkum í allar ævir? Fert Tú at lata vreiði Tína halda á mann eftir mann?
Sálmarnir 85:7 Sálmarnir
Fert Tú ikki at gera okkum livandi aftur, so fólk Títt fær glett seg í Tær?
Sálmarnir 85:8 Sálmarnir
– Lat okkum síggja náði Tína, HARRI, og gev okkum frelsu Tína!
Sálmarnir 85:9 Sálmarnir
Eg fari at lurta, hvat Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt og við hini heilagu Síni og við tey, ið venda hjartað til Hansara.
Sálmarnir 85:10 Sálmarnir
Ja, frelsa Hansara er teimum nær, sum óttast Hann; skjótt skal heiður búgva í landi okkara;
Sálmarnir 85:11 Sálmarnir
náði og sannleiki skulu møtast, rættferð og friður kyssast;
Sálmarnir 85:12 Sálmarnir
sannleiki skal vaksa upp av jørðini, og rættferð skal skoða niður av himli.
Sálmarnir 85:13 Sálmarnir
Aftrat hesum skal HARRIN geva tað, ið gott er, og land okkara skal geva grøði sína;
Matteus 7:6 Matteus
Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!
Opinberingin 22:15 Opinberingin
Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.