at kenna rødd Hansara
55 versir um "at kenna rødd Hansara"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Sámuelsbók 3:8 Fyrra Sámuelsbók
Tá rópti HARRIN triðju ferð: „Sámuel!“ Og hann fór upp og til Eli og segði: „Her eri eg – tú rópti meg!“ Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið rópti á drongin.
Fyrra Sámuelsbók 3:9 Fyrra Sámuelsbók
Eli segði nú við Sámuel: „Far aftur og legg teg, og rópar Hann á teg, so sig: „Tala, HARRI – tænari Tín hoyrir!““ So fór Sámuel og legði seg, har sum hann átti at liggja.
Fyrra Sámuelsbók 3:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá kom HARRIN og stóð har og rópti – nú sum áður: „Sámuel, Sámuel!“ Og Sámuel svaraði: „Tala – tænari Tín hoyrir!“
Jóhannes 14:21 Jóhannes
Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“
Fyrra Pætursbrævið 2:25 Fyrra Pætursbrævið
Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.