at kasta lut
19 versir um "at kasta lut"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:33 Orðtøkini
Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.
Orðtøkini 18:18 Orðtøkini
Lutakast ger enda á stríði og skilir millum sterkar.
Ápostlasøgan 1:26 Ápostlasøgan
So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum.
Triðja Mósebók 16:8 Triðja Mósebók
Áron skal kasta lut um bukkarnar, ein lut fyri HARRAN og ein fyri Azazel.
Sálmarnir 22:18 Sálmarnir
Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí.
Jónas 1:7 Jónas
So søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum kasta lut, so vit kunnu fáa at vita, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum!“ Teir kastaðu so lut, og luturin fall á Jónas.
Matteus 27:35 Matteus
Teir krossfestu Hann nú, og býttu klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Markus 15:24 Markus
So krossfestu teir Hann, og teir býttu klæði Hansara og kastaðu lut um, hvat hvør skuldi fáa.
Triðja Mósebók 16:9 Triðja Mósebók
Bukkin, ið lutur HARRANS fellur á, skal Áron leiða fram og ofra sum syndoffur;
Triðja Mósebók 16:10 Triðja Mósebók
men bukkurin, ið lutur Azazels fellur á, skal verða leiddur livandi fram fyri ásjón HARRANS, fyri at bót kann verða gjørd við honum, og so skal hann verða sleptur út í oyðimørkina til Azazel.
Fjórða Mósebók 26:55 Fjórða Mósebók
Men við lutakasti skal landið skiftast sundur; eftir nøvnum fedraætta sína skulu teir hava arvalut sín.
Josva 18:10 Josva
Og Josva kastaði lut fyri teir í Silo fyri ásjón HARRANS; har skifti Josva landið millum Ísraelsmenn eftir ættargreinum teirra.
Fyrra Sámuelsbók 14:42 Fyrra Sámuelsbók
So segði Saul: „Kastið lut millum meg og Jónatan, son mín!“ Og luturin fall á Jónatan.
Fyrra Krønikubók 24:5 Fyrra Krønikubók
Teir skiftu teir sundur við at kasta lut, báðar slektirnar; tí halgidómshøvdingar og gudshøvdingar vóru bæði av sonum Eleazar og av sonum Itamar.
Nehemias 10:34 Nehemias
Og vit – prestarnir, Levitarnir og fólkið – kastaðu lut um at lata við til templið, um, hvussu vit, eftir ættum okkara, ásettar tíðir ár eftir ár skuldu koma til hús Guds okkara við honum, at brennast á altari HARRANS Guds okkara – soleiðis sum fyriskrivað er í lógini.
Ester 3:7 Ester
Í fyrsta mánaði, tað er nisan mánaði, tólvta árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð pur – tað er lutur – kastaður fyri eygum Hamans, um hvønn dag fyri seg og hvønn mánað fyri seg, líka til tólvta mánað, tað er adar mánað.
Lukas 1:9 Lukas
at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið.
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Jóhannes 19:24 Jóhannes
Tá søgdu teir hvør við annan: „Latið okkum ikki skera hann sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!“ – fyri at skriftin skuldi ganga út, sum sigur: „Teir býttu klæði Míni ímillum sín og kastaðu lut um kyrtil Mín.“ – Hetta gjørdu nú hermenninir.