at kalla tað ringa gott
23 versir um "at kalla tað ringa gott"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 5:20 Esaias
Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt!
Orðtøkini 17:15 Orðtøkini
Tann, ið fríkennir hin seka, og tann, ið dómfellir hin sakleysa, eru báðir HARRANUM andstygd.
Lukas 6:43 Lukas
Tí einki gott træ er, sum ber ringan ávøkst, og einki ringt træ er, sum ber góðan ávøkst.
Lukas 6:44 Lukas
Hvørt træ kennist av ávøksti sínum. Tey sanka jú ikki fikur av tornum, ei heldur henta tey vínber av tornarunni.
Lukas 6:45 Lukas
Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið hjarta tess hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til; tí muður tess talar tað, sum hjartað er ov fult av.
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Lukas 16:15 Lukas
Men Hann segði við teir: „Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.
Malakias 2:17 Malakias
Tit hava troyttað HARRAN við orðum tykkara! – Tit spyrja: „Við hvørjum hava vit troyttað Hann?“ Við at siga: „Hvør tann, sum ilt ger, er góður í eygum HARRANS, og slíkir eru Honum til gleði!“ – ella: „Hvar er tann Gud, sum dømir!“
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:11 Triðja Jóhannesarbrævið
Tú elskaði! Tak ikki eftir hinum illa, nei, tak eftir hinum góða! Tann, ið ger hitt góða, er av Gudi; tann, ið ger hitt illa, hevur ikki sæð Gud.
Orðtøkini 24:24 Orðtøkini
Tann, sum sigur við hin seka: „Tú ert sakleysur!“ honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;
Orðtøkini 24:25 Orðtøkini
men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.
Ezekiel 13:22 Ezekiel
Aftur fyri at tit við lygn gera hjarta hins rættvísa mótfallið – tóat Eg ikki vildi volda honum sorg – og styrkja hendur hins gudleysa, so hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum,
Matteus 6:23 Matteus
men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!
Matteus 23:27 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.
Matteus 23:28 Matteus
Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið
nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:22 Fyrra Tessalonikabrævið
Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út!