at jarða hin deyða

9 versir um "at jarða hin deyða"

Versir

Síða 1 av 1
Dániel 12:2 Dániel

Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.

3
Matteus 8:22 Matteus

Men Jesus segði við hann: „Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!“

3
Lukas 9:60 Lukas

Tá segði Hann við hann: „Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!“

3
Jákupsbrævið 2:26 Jákupsbrævið

– Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.

3
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“

2
Fyrsta Mósebók 23:4 Fyrsta Mósebók

„Eg eri fremmandur og útlendingur hjá tykkum; men latið meg fáa eitt gravstað at eiga hjá tykkum, so eg fái borið mína deyðu burtur og jarðað hana.“

2
Fimta Mósebók 21:23 Fimta Mósebók

so má hin deyði kroppurin ikki verða hangandi á trænum náttina at enda; nei, tú skalt jarða hann sama dag; tí bannaður av Gudi er tann, ið hongdur verður, og tú mást ikki gera land títt óreint, tað, ið HARRIN Gud tín gevur tær at eiga.“

2
Jóhannes 5:28 Jóhannes

Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara.

2
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan

Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.

2