at hyggja aftur
71 versir um "at hyggja aftur"
Versir
Síða 2 av 2Jóhannes 1:34 Jóhannes
Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds.“
Jóhannes 1:35 Jóhannes
Dagin eftir stóð Jóhannes aftur har, og tveir lærisveinar hansara.
Jóhannes 1:36 Jóhannes
Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: „Hygg lamb Guds!“
Jóhannes 1:37 Jóhannes
Lærisveinarnir báðir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi.
Jóhannes 1:38 Jóhannes
Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir:
Jóhannes 1:39 Jóhannes
„Hvat vilja tit?“ Teir svaraðu Honum: „Rabbi“ (sum útlagt er: Meistari), „hvar hevur Tú tilhald?“
Jóhannes 1:40 Jóhannes
Hann segði við teir: „Komið og síggið!“ Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman.
Jóhannes 1:41 Jóhannes
Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.
Jóhannes 1:42 Jóhannes
Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).
Jóhannes 1:43 Jóhannes
Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi upp á hann og segði: „Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas“ (tað er útlagt: Petrus).
Jóhannes 1:44 Jóhannes
Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: „Fylg Mær!“
Jóhannes 1:45 Jóhannes
Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr.
Jóhannes 1:46 Jóhannes
Filip hitti Natanael og segði við hann: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“
Jóhannes 1:47 Jóhannes
Natanael segði við hann: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Filip svaraði honum: „Kom og síggj!“
Jóhannes 1:48 Jóhannes
Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“
Jóhannes 1:49 Jóhannes
Natanael spurdi Hann: „Hvaðani kennir Tú meg?“ Jesus svaraði honum: „Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg – meðan tú vart undir fikutrænum.“
Jóhannes 1:50 Jóhannes
Natanael svaraði Honum: „Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“
Jóhannes 1:51 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!