at hjálpa teimum fátæku
38 versir um "at hjálpa teimum fátæku"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Galatiabrævið 2:10 Galatiabrævið
– bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!
Orðtøkini 28:27 Orðtøkini
Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
Triðja Mósebók 19:9 Triðja Mósebók
Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna.
Triðja Mósebók 19:10 Triðja Mósebók
Tú mást ikki henta berini, ið eftir sita á trøunum, táið tú hevur heystað av víngarði tínum, ella henta upp tey, ið niður eru dottin; tey skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók
Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók
nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.
Esaias 58:6 Esaias
Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
Esaias 58:7 Esaias
ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
Matteus 25:34 Matteus
Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: „Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Matteus 25:36 Matteus
Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Lukas 14:12 Lukas
Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Jákupsbrævið 2:15 Jákupsbrævið
– Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin,
Jákupsbrævið 2:16 Jákupsbrævið
hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: „Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!“ – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar!
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini
Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
Lukas 3:11 Lukas
Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Fimta Mósebók 15:9 Fimta Mósebók
Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: „Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,“ og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.
Fimta Mósebók 15:10 Fimta Mósebók
Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.
Fimta Mósebók 15:11 Fimta Mósebók
Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum.
Sálmarnir 140:12 Sálmarnir
Baktalarin skal ikki verða standandi í landinum; óndur yvirgangskroppur skal verða raktur við einum slagnum fyri og øðrum eftir.
Orðtøkini 14:21 Orðtøkini
Tann, ið vanvirðir næsta sín, syndar, men sælur er tann, sum tykist synd í hinum ørmu.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Matteus 19:21 Matteus
Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“