at hjálpa heimleysum
27 versir um "at hjálpa heimleysum"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 58:7 Esaias
ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:36 Triðja Mósebók
Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær.
Matteus 25:34 Matteus
Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: „Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Matteus 25:36 Matteus
Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Orðtøkini 21:13 Orðtøkini
Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Orðtøkini 29:7 Orðtøkini
Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki.
Esaias 58:6 Esaias
Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
Esaias 58:8 Esaias
Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
Matteus 8:20 Matteus
Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.“
Lukas 10:30 Lukas
Jesus svaraði: „Maður fór úr Jerusalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.
Lukas 10:31 Lukas
Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið.
Lukas 10:32 Lukas
Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið.
Lukas 10:33 Lukas
Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.
Lukas 10:34 Lukas
Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.
Lukas 10:35 Lukas
Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“
Lukas 10:36 Lukas
Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“
Lukas 10:37 Lukas
Hann segði: „Tann, ið vísti honum miskunn.“ Tá segði Jesus við hann: „Far tú og ger tað sama!“