at hevna seg
26 versir um "at hevna seg"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Orðtøkini 20:22 Orðtøkini
Sig ikki: „Eg skal løna ilt við illum!“ – Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær!
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Lukas 6:28 Lukas
signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út!
Lukas 6:29 Lukas
Táið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum hin við, og táið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum heldur ikki kyrtilin!
Lukas 6:30 Lukas
Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
Lukas 6:31 Lukas
Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
Lukas 6:32 Lukas
Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.
Lukas 6:33 Lukas
Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Lukas 6:35 Lukas
Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.
Lukas 6:36 Lukas
Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!
Lukas 6:37 Lukas
Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið
Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.
Orðtøkini 12:16 Orðtøkini
Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður – og letst sum einki.
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið
Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.