at hermast eftir / kappast

76 versir um "at hermast eftir / kappast"

Versir

Síða 2 av 2
Orðtøkini 3:24 Orðtøkini

Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur.

3
Orðtøkini 3:25 Orðtøkini

Tá nýtist tær ikki at óttast fyri bráðari ræðslu ella fyri ódnini, táið hon brestur á yvir hinum gudleysu.

3
Orðtøkini 3:26 Orðtøkini

Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni.

3
Orðtøkini 3:27 Orðtøkini

Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!

3
Orðtøkini 3:28 Orðtøkini

Sig ikki við næsta tín: „Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!“ – táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt!

3
Orðtøkini 3:29 Orðtøkini

Legg ikki upp ónd ráð móti næsta tínum, táið hann heldur seg búgva tryggan hjá tær!

3
Orðtøkini 3:30 Orðtøkini

Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær!

3
Orðtøkini 3:31 Orðtøkini

Øvunda ikki yvirgangskropp, og vel onga av øllum leiðum hansara!

3
Orðtøkini 3:32 Orðtøkini

Tí hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.

3
Orðtøkini 3:33 Orðtøkini

Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann.

3
Orðtøkini 3:34 Orðtøkini

Spottarar spottar Hann, men eyðmjúkum gevur Hann náði.

3
Orðtøkini 3:35 Orðtøkini

Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn.

3
Rómverjabrævið 10:19 Rómverjabrævið

Og eg spyrji: Hevur Ísrael ikki skilt tað? – Fyrst sigur Móses: „Eg skal vekja øvund tykkara móti tjóð, ið er ikki tjóð; móti tjóð við ongum viti skal Eg vekja vreiði tykkara.“

3
Rómverjabrævið 11:11 Rómverjabrævið

Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara.

3
Fyrsta Mósebók 28:6 Fyrsta Mósebók

Men Esau fekk at vita, at Ísakur hevði signað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðani, at hann, táið hann signaði hann, hevði álagt honum ikki at taka sær nakra av døtrum Kána’ans til konu,

2
Fyrsta Mósebók 28:7 Fyrsta Mósebók

og at Jákup hevði aktað faðir sín og móður sína og var farin til Paddan-Áram.

2
Fyrsta Mósebók 28:8 Fyrsta Mósebók

Tá skilti Esau, at Ísaki, faðir hansara, dámdi ikki døtur Kána’ans.

2
Fyrsta Mósebók 28:9 Fyrsta Mósebók

Tí fór Esau til Ísmael og tók Mahalat, dóttur Ísmael, son Ábraham, systur Nebajot, til konu aftrat hinum konum sínum.

2
Fimta Mósebók 32:21 Fimta Mósebók

Tey vaktu vreiði Mína við tí, sum ikki er Gud; við tómu avgudum sínum eggjaðu tey Meg til vreiði; Eg skal eisini vekja vreiði teirra við tí, sum ikki er eitt fólk; við dáratjóð skal Eg eggja tey til vreiði.

2
Ápostlasøgan 13:45 Ápostlasøgan

Men táið Jødarnir sóu hetta nógva fólk, vórðu teir fullir av øvund og søgdu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði søgdu ímóti og spottaðu.

2
Rómverjabrævið 11:25 Rómverjabrævið

Tí eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um hetta loyndarmál – fyri at tit skulu ikki halda tykkum sjálvar vera klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka inntil heidningarnir eru komnir inn í fullum tali.

2
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið

Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,

2
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

2
Fyrra Korintbrævið 3:3 Fyrra Korintbrævið

tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!

2
Jákupsbrævið 3:14 Jákupsbrævið

Men hava tit beiska øvund og hug til stríð í hjørtum tykkara, so rósið tykkum ikki og lúgvið ikki móti sannleikanum!

2
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið

Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.

2