at heilsa øðrum
15 versir um "at heilsa øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 5:14 Fyrra Pætursbrævið
Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi!
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
Fyrra Korintbrævið 16:20 Fyrra Korintbrævið
Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi!
Seinna Jóhannesarbrævið 1:10 Seinna Jóhannesarbrævið
Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan!
Fyrra Korintbrævið 1:4 Fyrra Korintbrævið
Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,
Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Opinberingin 7:9 Opinberingin
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.
Opinberingin 7:10 Opinberingin
Tey róptu við harðari rødd og søgdu: „Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og lambinum!“
Opinberingin 7:11 Opinberingin
Allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar; og teir fullu á andlit síni niður fyri hásætinum, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 7:12 Opinberingin
„Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til, í aldur og allar ævir! Amen!“
Opinberingin 7:13 Opinberingin
Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: „Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðani eru tey komin?“
Opinberingin 7:14 Opinberingin
Eg svaraði honum: „Harri mín, tú veitst tað!“ Tá segði hann við meg: „Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.
Opinberingin 7:15 Opinberingin
Tí eru tey fyri hásæti Guds og tæna Honum dag og nátt í templi Hansara; og Hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald Sítt yvir tey.
Opinberingin 7:16 Opinberingin
Tey skulu ikki hungra aftur, ei heldur tysta aftur; ei heldur skal sólin ella nakar hiti brenna tey.
Opinberingin 7:17 Opinberingin
Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.“