at hava tørv á Honum
16 versir um "at hava tørv á Honum"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 4:8 Jákupsbrævið
Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Esaias 55:1 Esaias
Nú, øll tit, ið tysta – komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!
Esaias 55:2 Esaias
Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? – Lurtið eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál tykkara gleða seg í tí, sum feitt er.
Esaias 55:3 Esaias
Boyggið oyra tykkara og komið til Mín – hoyrið! So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu náði, ið Eg havi lovað Dávidi.
Esaias 55:4 Esaias
Til vitni fyri fólkasløg havi Eg sett Hann,* til høvdinga og Harra tjóðanna.
Esaias 55:5 Esaias
Fólk, ið tú ikki kennir, skalt tú kalla, og fólkasløg, ið ikki kenna teg, skulu koma rennandi til tín – fyri HARRANS Guds tíns skuld og fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann gevur tær dýrd.
Esaias 55:6 Esaias
Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær!
Esaias 55:7 Esaias
Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!
Esaias 55:8 Esaias
Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur HARRIN.
Esaias 55:9 Esaias
Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!
Esaias 55:10 Esaias
Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,
Esaias 55:11 Esaias
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
Esaias 55:12 Esaias
Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur.
Esaias 55:13 Esaias
Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtutrø, og tað skal vera HARRANUM til navn, til ævigt tekin, ið aldri skal verða útstrikað.
Rómverjabrævið 16:20 Rómverjabrævið
Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!