at hava tað stuttligt
23 versir um "at hava tað stuttligt"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 2:24 Prædikarin
Tað er jú ikki lukka, sum stendur til menniskjað sjálvt, at tað kann eta og drekka og gera sær góðar dagar í øllum strevi sínum. Eg dugdi at síggja, at eisini hetta kemur frá hond Guds, Hansara, sum hevur sagt:
Orðtøkini 15:13 Orðtøkini
Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.
Prædikarin 3:13 Prædikarin
Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
Prædikarin 8:15 Prædikarin
Eg prísaði tí gleðini; tí menniskjað hevur einki annað gott undir sólini enn at eta og drekka og verða glaður; og hetta fylgir honum í strevi hansara lívsdagarnar, ið Gud hevur givið honum undir sólini.
Prædikarin 3:1 Prædikarin
Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.
Prædikarin 3:2 Prædikarin
At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína;
Prædikarin 3:3 Prædikarin
at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína;
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Prædikarin 3:5 Prædikarin
at kasta burtur steinar hevur tíð sína, og at sanka steinar hevur tíð sína; at taka í favn hevur tíð sína, og at halda seg frá favntaki hevur tíð sína;
Prædikarin 3:6 Prædikarin
at leita hevur tíð sína, og at missa hevur tíð sína; at goyma hevur tíð sína, og at kasta burtur hevur tíð sína;
Prædikarin 3:7 Prædikarin
at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína;
Prædikarin 3:8 Prædikarin
at elska hevur tíð sína, og at hata hevur tíð sína; ófriður hevur tíð sína, og friður hevur tíð sína.
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Prædikarin 11:9 Prædikarin
Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt lystir, og njót tað, ið eygu tíni síggja! – Men tað skalt tú vita, at fyri alt hetta skal Gud draga teg til dóms.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Sálmarnir 149:3 Sálmarnir
Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
Zakarias 8:5 Zakarias
og torgini í býnum skulu vera full av dreingjum og gentum, ið spæla á torgunum har.
Fimta Mósebók 12:7 Fimta Mósebók
Har skulu tit eta fyri ásjón HARRANS Guds tykkara og gleða tykkum saman við húsfólki tykkara um alt tað, ið tit hava vunnið við arbeiði tykkara, alt tað, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við.
Seinna Sámuelsbók 6:16 Seinna Sámuelsbók
Men táið ørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa fyri ásjón HARRANS, vanvirdi hon hann í hjartanum.
Job 8:21 Job
Enn skal Hann fylla munn tín við látri, varrar tínar við gleðirópum;
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:23 Fyrra Timoteusarbrævið
Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!