at hava fyrigivið teimum sum sáraðu teg
37 versir um "at hava fyrigivið teimum sum sáraðu teg"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Sálmarnir 34:19 Sálmarnir
HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir
Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Markus 11:25 Markus
Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.
Matteus 5:43 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!“
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 5:45 Matteus
– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.
Matteus 5:46 Matteus
Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama!
Matteus 5:47 Matteus
Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so!
Matteus 5:48 Matteus
Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“
Seinna Korintbrævið 2:7 Seinna Korintbrævið
so at tit tvørtur ímóti heldur skulu fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann skal ikki ganga til grundar í ov stórari sorg.
Seinna Korintbrævið 2:8 Seinna Korintbrævið
Tí áminni eg tykkum at lata kærleikan ráða móti honum.
Seinna Korintbrævið 2:9 Seinna Korintbrævið
Tí var tað eisini, eg skrivaði, fyri at fáa at vita, um tit standa royndina – um tit eru lýdnir í øllum.
Seinna Korintbrævið 2:10 Seinna Korintbrævið
Honum, ið tit fyrigeva nakað, fyrigevi eg við, sum eg eisini – um eg havi havt nakað at fyrigeva – havi fyrigivið tað fyri ásjón Kristusar, fyri tykkara skuld
Seinna Korintbrævið 2:11 Seinna Korintbrævið
– fyri at vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við.
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Opinberingin 2:10 Opinberingin
Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!