at hava aðrar gudar
16 versir um "at hava aðrar gudar"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 15:11 Onnur Mósebók
Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!
Onnur Mósebók 34:14 Onnur Mósebók
Tí tú mást ongan annan gud tilbiðja! HARRIN eitur Álvarsamur; álvarsamur Gud er Hann!
Josva 23:7 Josva
Blandið tykkum ikki við hesi fólkasløg, ið enn eru eftir hjá tykkum! Nøvn guda teirra mugu tit ikki taka á tunguna, ei heldur svørja um teir, ikki dýrka teir og ikki tilbiðja teir.
Josva 23:8 Josva
Nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til – eins og tit hava gjørt líka til henda dag.
Josva 23:9 Josva
Tí hevur HARRIN eisini rikið út fyri tykkum stór og sterk fólk, og eingin hevur verið mentur at standa seg móti tykkum til henda dag.
Josva 23:10 Josva
Ein tykkara noyddi túsund at flýggja; tí tað var HARRIN Gud tykkara, ið bardist fyri tykkum – so sum Hann hevði lovað tykkum.
Josva 23:11 Josva
Varðið tykkum tí væl – so satt sum tit hava lív tykkara kært – og elskið HARRAN Gud tykkara!
Josva 23:12 Josva
Tí venda tit tykkum frá Honum og halda tykkum til hesi fólkasløg – tey av teimum, ið enn eru eftir hjá tykkum – svága tykkum við tey og blanda tykkum við tey – og tey við tykkum –
Josva 23:13 Josva
tá skulu tit vita fyri vist, at HARRIN Gud tykkara skal ikki eftir tað reka hesi fólk burtur fyri tykkum; nei, tey skulu verða tykkum snerra og fella, koyril til bak tykkara og tornir í eygum tykkara – inntil tit eru oydd av hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum.
Josva 23:14 Josva
Tit síggja, eg fari nú tann veg, ið alt her á foldum fer; men tit mugu av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara sanna, at ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN Gud tykkara hevur lovað viðvíkjandi tykkum; tey eru øll somul gingin út fyri tykkum, ikki so mikið sum eitt orð av teimum hevur svitast.
Josva 23:15 Josva
Men eins og alt tað góða, ið HARRIN Gud tykkara lovaði tykkum, er gingið út fyri tykkum, so skal HARRIN eisini lata alt tað, ið Hann hevur hótt við, koma yvir tykkum, inntil Hann hevur oytt tykkum úr hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum.
Josva 23:16 Josva
– Táið tit bróta sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og tit skulu – og tað skjótt – verða týnd úr hinum góða landi, ið Hann hevur givið tykkum!“