at hata onnur

7 versir um "at hata onnur"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 8:13 Orðtøkini

At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.

2
Orðtøkini 10:12 Orðtøkini

Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir.

2
Orðtøkini 10:18 Orðtøkini

Tann, ið loynir hat, hevur falskar varrar, og tann, ið flytur útspilling, er dári.

2
Matteus 10:22 Matteus

Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út inntil endan, skal verða frelstur.

2
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið

Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.

2