at happa / stákast
44 versir um "at happa / stákast"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 26:18 Orðtøkini
Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum – drepandi skot –
Orðtøkini 26:19 Orðtøkini
er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Seinna Kongabók 2:23 Seinna Kongabók
Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: „Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!“
Seinna Kongabók 2:24 Seinna Kongabók
Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum.
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini
Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
Jákupsbrævið 3:13 Jákupsbrævið
Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? – Hann vísi við góðum atburði verk síni í spakføri vísdóms!
Jákupsbrævið 3:14 Jákupsbrævið
Men hava tit beiska øvund og hug til stríð í hjørtum tykkara, so rósið tykkum ikki og lúgvið ikki móti sannleikanum!
Jákupsbrævið 3:15 Jákupsbrævið
Hesin „vísdómur“ kemur ikki omanífrá, men er av jørðini, av náttúruni, av illum andum.
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið
Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.
Jákupsbrævið 3:18 Jákupsbrævið
Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók
Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
Onnur Mósebók 21:17 Onnur Mósebók
Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív.
Fimta Mósebók 21:18 Fimta Mósebók
Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,
Fimta Mósebók 21:19 Fimta Mósebók
skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;
Fimta Mósebók 21:20 Fimta Mósebók
og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: „Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!“
Fimta Mósebók 21:21 Fimta Mósebók
So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.
Orðtøkini 10:32 Orðtøkini
Varrar hins rættvísa skilja tað, ið dámligt er, men muður gudleysra er bert svik.
Orðtøkini 11:13 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
Orðtøkini 29:20 Orðtøkini
Hevur tú sæð mann, ið loypur framav í orðum – meiri vón er um dáran enn um hann!
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:2 Fyrra Timoteusarbrævið
fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:6 Fyrra Timoteusarbrævið
sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð síni.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul – eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki – heidningum til lærara í trúgv og sannleika.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið
– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið
somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:10 Fyrra Timoteusarbrævið
men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni;
Fyrra Timoteusarbrævið 2:12 Fyrra Timoteusarbrævið
men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.