at halda seg frá kjøti
88 versir um "at halda seg frá kjøti"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Fyrra Timoteusarbrævið 4:2 Fyrra Timoteusarbrævið
við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið
sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;
Fyrra Timoteusarbrævið 4:5 Fyrra Timoteusarbrævið
tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Táið tú lærir brøðurnar hetta, ert tú góður tænari Krists Jesu, sum verður fostraður upp við orðum trúarinnar og hinnar góðu læru, ið tú hevur fylgt.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hinum vanheilagu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:9 Fyrra Timoteusarbrævið
– Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir – tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skalt tú áleggja og læra.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Triðja Mósebók 11:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði við Móses og Áron og segði við teir:
Triðja Mósebók 11:2 Triðja Mósebók
„Talið við Ísraelsmenn og sigið: „Hesi eru dýrini, ið tit kunnu eta av øllum fýrføttum dýrum á jørðini:
Triðja Mósebók 11:3 Triðja Mósebók
Øll dýr, ið hava kleyvar, klovnar heilt niðan, og sum jótra, tey kunnu tit eta.
Triðja Mósebók 11:4 Triðja Mósebók
Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið hava kleyvar: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; – hann skal vera tykkum óreinur;
Triðja Mósebók 11:5 Triðja Mósebók
fjallagrevlingin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur;
Triðja Mósebók 11:6 Triðja Mósebók
haruna, tí víst jótrar hon, men hon hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein;
Triðja Mósebók 11:7 Triðja Mósebók
svínið, tí víst hevur tað kleyvar, og teir klovnar heilt niðan, men tað jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint.
Triðja Mósebók 11:8 Triðja Mósebók
Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey; tey skulu vera tykkum órein.
Triðja Mósebók 11:9 Triðja Mósebók
Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt í vatninum – bæði í sjónum og í áunum – sum hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta.
Triðja Mósebók 11:10 Triðja Mósebók
Men tað, ið ikki hevur fjaðrar og roðslu av øllum tí, ið livir í sjónum og í áunum, av øllum tí, ið vatnið er fult av – øllum livandi, sum heldur til har – skal vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:11 Triðja Mósebók
Andstygd skal tað vera tykkum; fiskin av slíkum mugu tit ikki eta, og er tað deytt, skulu tit rokna kroppin á tí fyri andstygd.
Triðja Mósebók 11:12 Triðja Mósebók
– Alt í vatninum, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, skal vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:13 Triðja Mósebók
Hesir eru fuglarnir, ið tit skulu rokna fyri andstygd – teir mugu ikki verða etnir, teir eru andstygd: Ørnin, gripurin, sjóørnin,
Triðja Mósebók 11:14 Triðja Mósebók
glentan, øll falkasløg,
Triðja Mósebók 11:15 Triðja Mósebók
øll ravnasløg,
Triðja Mósebók 11:16 Triðja Mósebók
strutsurin, geykurin, másin, øll heykasløg,
Triðja Mósebók 11:17 Triðja Mósebók
uglan, súlan, náttuglan,
Triðja Mósebók 11:18 Triðja Mósebók
tinsemetfuglurin, pelikanurin, rægripurin,
Triðja Mósebók 11:19 Triðja Mósebók
storkurin, øll hegrasløg, herfuglurin og flogmúsin.
Triðja Mósebók 11:20 Triðja Mósebók
Øll skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:21 Triðja Mósebók
Av øllum skriðdýrum, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, kunnu tit tó eta tey, ið oman fyri afturbeinini hava springbein at hoppa við á markini.
Triðja Mósebók 11:22 Triðja Mósebók
Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur.
Triðja Mósebók 11:23 Triðja Mósebók
Men øll onnur skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:24 Triðja Mósebók
Hesi eru dýrini, ið tit verða órein av; ein og hvør, ið nemur við kropp teirra, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds,
Triðja Mósebók 11:25 Triðja Mósebók
og ein og hvør, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds:
Triðja Mósebók 11:26 Triðja Mósebók
Øll dýr, ið hava hógvar og ikki kleyvar, og sum ikki jótra, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, verður óreinur.
Triðja Mósebók 11:27 Triðja Mósebók
Øll fýrføtt dýr, ið ganga á labbum, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:28 Triðja Mósebók
og tann, ið ber slíkt dýr deytt, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds. – Órein skulu tey vera tykkum.
Triðja Mósebók 11:29 Triðja Mósebók
Av smádýrum, ið á jørðini rørast, skulu hesi vera tykkum órein: Hermalínið, músin, øll fýrbeinasløg,
Triðja Mósebók 11:30 Triðja Mósebók
anakan, koadýrið, leta’an, hometdýrið og tinsemetdýrið.
Triðja Mósebók 11:31 Triðja Mósebók
Hesi eru tey, ið skulu vera tykkum órein millum øll smádýrini; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, skal vera óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:32 Triðja Mósebók
og alt tað, ið eitt av hesum dýrum fellur á, táið tað er deytt, verður óreint, bæði træíløt, klæði, skinn, sekkir og annars alt, ið nýtt verður til eitt ella annað arbeiði; tað skal leggjast í vatn og er óreint líka til kvølds; tá er tað reint.
Triðja Mósebók 11:33 Triðja Mósebók
Dettur eitt av teimum niður í leirílat, so verður alt tað óreint, sum í ílatinum er, og ílatið sjálvt skulu tit bróta sundur.
Triðja Mósebók 11:34 Triðja Mósebók
Allur matur, alt, ið verður tilgjørt við vatni, og alt drekka, alt, ið drukkið verður – tað verður óreint í slíkum ílati.