at halda heitilovorð
34 versir um "at halda heitilovorð"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 30:2 Fjórða Mósebók
Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: „Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið:
Fimta Mósebók 23:21 Fimta Mósebók
Táið tú gert HARRANUM Gudi tínum lyfti, mást tú ikki drála at halda tað; tí HARRIN Gud tín skal krevja teg eftir tí, og tú kemur at draga skyld oman yvir teg.
Fimta Mósebók 23:22 Fimta Mósebók
Men letur tú vera at gera lyfti, so dregur tú onga skyld oman yvir teg.
Fimta Mósebók 23:23 Fimta Mósebók
Tað, ið varrar tínar hava talað, skalt tú halda og gera – við tað at tú sjálvkravdur og við tínum egna munni hevur givið HARRANUM Gudi tínum lyfti títt.
Sálmarnir 76:11 Sálmarnir
Tí vreiði menniskjans verður Tær til prís; Tú eigur enn størri vreiði at gyrða Teg við!
Matteus 5:33 Matteus
Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“
Matteus 5:34 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;
Matteus 5:35 Matteus
ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;
Matteus 5:36 Matteus
ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.
Matteus 5:37 Matteus
Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.
Sálmarnir 50:14 Sálmarnir
– Nei, ofra Gudi lovsong, og halt hinum Hægsta tað, ið tú hevur lovað!
Orðtøkini 20:25 Orðtøkini
Tað er menniskjanum vandafult í gáloysni at halga okkurt og so ikki fyrrenn aftaná at hugsa um tað, ið lovað varð.
Prædikarin 5:4 Prædikarin
Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki.
Prædikarin 5:5 Prædikarin
Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: „Eg leyp framav!“ – Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!
Prædikarin 5:6 Prædikarin
Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. – Nei, óttast Gud!
Ápostlasøgan 18:18 Ápostlasøgan
Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila – eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt – tí hann hevði lyfti á sær.
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið
Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!
Ápostlasøgan 21:23 Ápostlasøgan
Ger tí, sum vit nú siga við teg! Vit hava her fýra menn, sum hava lyfti á sær.
Ápostlasøgan 21:24 Ápostlasøgan
Tak teir við tær og lat teg reinsa saman við teimum, og ber tú fyri teir tað, ið tað kostar, so teir fáa latið høvd sítt raka! So fáa øll at síggja, at einki er í tí, sum tey hava hoyrt um teg, men at tú eisini sjálvur livir so, at tú heldur lógina.
Dómararnir 11:30 Dómararnir
Jefta gjørdi HARRANUM lyfti og segði: „Gevur Tú Ammonitar í hendur mínar,
Dómararnir 11:31 Dómararnir
so skal tann, ið fyrstur kemur ímóti mær úr húsdurum mínum, táið eg í øllum góðum komi aftur frá Ammonitum, hoyra HARRANUM til; eg skal ofra hann sum brennioffur!“
Dómararnir 11:32 Dómararnir
So fór Jefta avstað í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gav teir í hendur hansara.
Dómararnir 11:33 Dómararnir
Hann vann teir, elti teir frá Aroer allan vegin til Minnit og tók tjúgu býir frá teimum; síðani elti hann teir líka til Abel-Keramim, og mannafallið var ógvuligt. Soleiðis lógu Ammonitar undir fyri Ísraelsmonnum.
Dómararnir 11:34 Dómararnir
Men táið Jefta kom aftur til Mizpa, heim til sín sjálvs, kom dóttir hansara ímóti honum við trummum og dansi. Hon var einasta barn hansara – umframt hana hevði hann hvørki son ella dóttur.
Dómararnir 11:35 Dómararnir
Táið hann fekk eyga á hana, skræddi hann klæði síni og rópti: „Á, dóttir mín, á, tann sorg, tú voldir mær, á, tann vanlukka, ið tú dregur oman yvir meg! Eg havi gjørt HARRANUM lyfti, og eg kann ikki taka tað aftur!“
Dómararnir 11:36 Dómararnir
Tá svaraði hon honum: „Pápi! Hevur tú gjørt HARRANUM lyfti, so ger við meg, sum tú hevur lovað, við tað at HARRIN læt teg fáa hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitar!“
Dómararnir 11:37 Dómararnir
Men hon segði við faðir sín: „Eitt fari eg at biðja teg um: Gev mær freist í tveir mánaðir, so eg kann ganga um á fjøllunum og saman við vinkonum mínum gráta um tað, at eg má doyggja sum moyggj!“
Dómararnir 11:38 Dómararnir
Hann svaraði: „Ger so!“ Og hann gav henni loyvi at vera burtur tveir mánaðir; hon fór tá avstað við vinkonum sínum og græt á fjøllunum um tað, at hon skuldi doyggja sum moyggj.
Dómararnir 11:39 Dómararnir
Táið so teir báðir mánaðirnir vóru gingnir, kom hon aftur til faðir sín, og hann gjørdi við hana eftir lyftinum, ið hann hevði lovað. – Maður var henni aldri nær. – Og tað varð siður í Ísrael,
Dómararnir 11:40 Dómararnir
at døtur Ísraels hvørt ár fara at prísa dóttur Jefta Gileadit – fýra dagar um árið.
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók
Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
Sálmarnir 61:8 Sálmarnir
Hann skal sita í hásæti allar ævir fyri ásjón Guds; set náði og sannleika at varðveita Hann!
Sálmarnir 66:13 Sálmarnir
So komi eg tá í hús Títt við brenniofrum; eg lati Teg fáa tað, ið eg havi lovað Tær,
Sálmarnir 66:14 Sálmarnir
tað, ið fór um varrar mínar, sum muður mín talaði, táið eg var í neyð.