at háða / gera narr
18 versir um "at háða / gera narr"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:5 Orðtøkini
Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður.
Orðtøkini 26:18 Orðtøkini
Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum – drepandi skot –
Orðtøkini 26:19 Orðtøkini
er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini
Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Seinna Timoteusarbrævið 2:16 Seinna Timoteusarbrævið
Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Orðtøkini 11:12 Orðtøkini
Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur.
Fyrra Pætursbrævið 3:16 Fyrra Pætursbrævið
sum tey, ið hava góða samvitsku – so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn.
Orðtøkini 14:9 Orðtøkini
Dárar verða spottaðir av sínum egna skyldofri, men vælvild ræður millum rættsint.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.