at granska Biblina

31 versir um "at granska Biblina"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

9
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

9
Josva 1:8 Josva

Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.

6
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:14 Seinna Timoteusarbrævið

Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:15 Seinna Timoteusarbrævið

og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.

5
Sálmarnir 119:11 Sálmarnir

Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.

4
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini

Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!

4
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini

Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.

4
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

4
Fimta Mósebók 11:18 Fimta Mósebók

Leggið tykkum tí hesi orð míni á hjarta og sinni, bindið tykkum tey sum tekin á hondina, og latið tey vera tykkum sum minnisseðil á pannuni!

3
Fimta Mósebók 11:19 Fimta Mósebók

Og lærið børn tykkara tey við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp!

3
Fimta Mósebók 11:20 Fimta Mósebók

Skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni

3
Fimta Mósebók 11:21 Fimta Mósebók

– so tú og børn tíni kunnu liva leingi í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara at geva teimum – so leingi sum himmalin er yvir jørðini!

3
Fimta Mósebók 11:22 Fimta Mósebók

Tí akta tit eftir øllum hesum boðum, sum eg í dag áleggi tykkum at halda, so tit elska HARRAN Gud tykkara, ganga allar leiðir Hansara og halda tykkum til Hansara,

3
Fimta Mósebók 11:23 Fimta Mósebók

so skal HARRIN reka út øll hesi fólk fyri tykkum, og tit skulu reka burtur fólk, ið eru størri og fjølmentari enn tit.

3
Sálmarnir 119:18 Sálmarnir

Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!

3
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

3
Sálmarnir 119:9 Sálmarnir

Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum.

2
Jóhannes 8:32 Jóhannes

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

2
Ápostlasøgan 17:11 Ápostlasøgan

Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið

Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!

2
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

2
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið

Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!

2
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið

Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!

2
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið

Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!

2
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið

Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.

2
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið

Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,

2
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

2
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið

Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!

2