at gleðast um óføgnu annara
43 versir um "at gleðast um óføgnu annara"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 24:17 Orðtøkini
Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast
Orðtøkini 24:18 Orðtøkini
– so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum!
Obadias 1:12 Obadias
Men hygg ikki fróur á dag bróður tíns, á vanlukkudag hansara, og gleðst ikki yvir Judamenn undirgangsdag teirra! Lat ikki stór orð fara tær av munni neyðardag teirra!
Obadias 1:13 Obadias
Far ikki inn um portur fólks Míns, tann dag tey eru í neyð! Hygg ikki eisini tú fróur á vanlukku teirra, tann dag tey eru í neyð, og legg ikki hond á góðs teirra, tann dag tey eru í neyð!
Efesusbrævið 4:1 Efesusbrævið
Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið
og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:
Efesusbrævið 4:4 Efesusbrævið
Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara,
Efesusbrævið 4:5 Efesusbrævið
ein Harri, ein trúgv, ein dópur,
Efesusbrævið 4:6 Efesusbrævið
ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.
Efesusbrævið 4:7 Efesusbrævið
Men hvørjum einstøkum av okkum varð náðin givin eftir máli gávu Kristusar.
Efesusbrævið 4:8 Efesusbrævið
Tí sigur skriftin: „Hann fór upp á hæddina, førdi fangar burtur og gav menniskjunum gávur.“
Efesusbrævið 4:9 Efesusbrævið
Hetta orð: „Hann fór upp“ – hvat er tað annað, enn at Hann fyrst fór niður til hinar lægru partar jarðarinnar!
Efesusbrævið 4:10 Efesusbrævið
Hann, sum niður fór, er eisini tann, sum upp fór – yvir allar himlar, fyri at Hann skuldi fylla alt.
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið
inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið
Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.
Efesusbrævið 4:17 Efesusbrævið
Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns.
Efesusbrævið 4:18 Efesusbrævið
Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.
Efesusbrævið 4:19 Efesusbrævið
Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.
Efesusbrævið 4:20 Efesusbrævið
Men tit hava ikki soleiðis lært um Kristus,
Efesusbrævið 4:21 Efesusbrævið
so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi –
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið
at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið
endurnýggjast í anda sinnis tykkara
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið
og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið
Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið
Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 4:30 Efesusbrævið
Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið
Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Orðtøkini 10:12 Orðtøkini
Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir.
Orðtøkini 27:2 Orðtøkini
Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
Habakkuk 2:4 Habakkuk
Hástór og óærlig er sál hansara í honum – men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.
Lukas 6:25 Lukas
Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta.
Rómverjabrævið 3:10 Rómverjabrævið
sum skrivað er: „Eingin rættvísur er, ikki ein;
Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið
Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Judasarbrævið 1:16 Judasarbrævið
Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín – og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki.