at giftast

108 versir um "at giftast"

Versir

Síða 3 av 3
Matteus 6:32 Matteus

Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.

2
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

2
Matteus 6:34 Matteus

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“

2
Lukas 18:29 Lukas

Hann segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, foreldrum, brøðrum, konu ella børnum fyri Guds ríkis skuld,

2
Lukas 18:30 Lukas

uttan hann skal fáa tað mangar ferðir aftur her í tíðini og í hinum komandi heimi ævigt lív.“

2
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið

Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.

2
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

2
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

2