at giftast við skyldfólki

14 versir um "at giftast við skyldfólki"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók

Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

3
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók

Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.

3
Triðja Mósebók 18:6 Triðja Mósebók

Eingin av tykkum má koma nakrari kvinnu nær, sum er nærskyld við hann, so hann lyftir burtur av blygd hennara. – Eg eri HARRIN!

3
Triðja Mósebók 18:7 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirs tíns – við at lyfta burtur av blygd móður tínar; hon er móðir tín, tú mást ikki lyfta burtur av blygd hennara!

3
Triðja Mósebók 18:8 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd konu faðirs tíns – tað er blygd faðirs tíns!

3
Triðja Mósebók 18:9 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd systur tínar – hon veri nú dóttir faðir tín ella dóttir móður tína, hon veri nú fødd heima ella uttan fyri heimið.

3
Triðja Mósebók 18:10 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonardóttur ella dótturdóttur tínar – tað er tín egna blygd!

3
Triðja Mósebók 18:11 Triðja Mósebók

Blygd dóttur konu faðirs tíns – sum hon eigur við faðir tínum – mást tú ikki lyfta burtur av – hon er systir tín!

3
Triðja Mósebók 18:12 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirsystur tínar – hon er nærskyld við faðir tín!

3
Triðja Mósebók 18:13 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur tínar – hon er nærskyld við móður tína!

3
Triðja Mósebók 18:14 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd pápabeiggja tíns – konu hansara mást tú ikki koma nær; hon er faðirsystir tín!

3
Triðja Mósebók 18:15 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonarkonu tínar; hon er kona son tín, burtur av blygd hennara mást tú ikki lyfta!

3
Triðja Mósebók 18:16 Triðja Mósebók

Tú mást ikki lyfta burtur av blygd bróðurkonu tínar – tað er blygd bróður tíns!

3
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

3